Fótbóltur

HB vann í tøttum oddadysti

HB hevur framvegis ikki mist stig uttanfyri Gundadal; í kvøld vann HB umráðandi og góðan 1-0 sigur við Djúpumýru

HB vann í tøttum oddadysti

Tað var inntenst og spenanndi í Klaksvík, tá HB streyk avstað við sigrinum(Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-10 19:58 Author image
Agnar Frederiksen

Tað var lagt upp til satt oddabrak við Djúpumýru í kvøld, tá KÍ tók móti HB. Ein stór áskoðarafjøld var savnað kring Djúpumýru, og tey ið møtt vóru fingu ein inntensan og javnan oddadyst, har HB at enda var omaná og harvið økti um frastøðuna í oddinum.

HB byrjaði væl á, og oddaliðið eydnaðist við at legja trýst á KÍ-verjuna í fleiri støðum. KÍ hevði tó bóltin í HB-málinum í 5.minutti, men dømt varð fyri rangstøðu móti Boris Dosljak. KÍ kom skjótt betri inn í dystin, og dysturin bylgjaði aftur og fram. HB hevði nakrar vandamiklar støður, millum annað kom Adrian R. Justinusen næstan til frítt skot, men hvørja ferð fekk KÍ ruddað burtur í seinastu løtu.  Í 26.minutti datt bólturin til Steinbjørn Olsen, ið royndi seg miðskeiðis í brotsteiginum, men skotið sníkti seg framvið stólpanum. Tað var ógvuliga inntenst og leikarar løgdu sera nógv fyri í nærdystunum. Tá liðini fóru til hálvleiks var málleyst.

Tað hendi ikki nógv fyrstu løtuna av 2.hálvleiki, men tíggju minuttir inn í hálvleikin legði HB seg á odda. Grétar Gunnarson fekk fatur á bóltinum, rak við honum og sendi hann út til Adrian. Hann bjóðaði av, kom til baklinjuna og legði innfyri málið. Eftir eitt sindur av ping-pong endaði bólturin hjá Ara Mohr Olsen, og hann setti bóltin í málið.

KÍ royndi at svara aftur, og stutt eftir tíman sendi innskifti Jóannes Bjartalíð bóltin væl í dýbdina til Páll Klettskarð. Áleyaparin gjørdist púra fríur við Teiti Gestsson, men skotið við vinstrabeininum fór framvið. Klaksvíkingar søkti at, men HB svaraði aftur, og tjúgu minuttir fyri tíð rakti Tróndur Jensen tvørtræðið við góðum skotið av brotsteigarmarkinum, eftir at málskjúttin fór til stroks og legði væl útfrá. HB var eina løtu nærri við at økja, enn KÍ var at javna, og vælskipaða og hartarbeiðandi HB-liðið helt KÍ frá møguleikum.

Ímóti endanum legði KÍ eitt tungt trýst, har stórbjarging frá Teiti Gestssyni og stongin helt heimaliðnum burtur. Fyrst skeyt Jóannes Bjartalíð, ið var eyðsýndur tá hann kom inn, eitt frálíkt fríspark, men Teitur fekk hondina á bóltin. Við seinastu nerting hjá KÍ var sera nær við, at Semir Hadzibulic javnaði, men stútarin hjá serbanum rakti stongina. 

Við sigrinum er HB aftur fimm stig á odda í Betri-deildini, og hetta er ein av teimum betru og søtari sigrunum hjá oddaliðnum.

Í Gundadali endaði tað við 2-2 javnleiki, tá EB/Streymur vitjaði B36. Liðið hjá Jákupi á Borg sá leingi út til at taka øll trý stigini, men gamli málrevurin, Arnbjørn Hansen sló til í yvirtíðini, so at B36 aftur misti týðandi stig í stríðnum um evropeiskt pláss.

17.umfar

KÍ - HB 0-1(0-0)

55.min 0-1: Ari Mohr Olsen

B36 - EB/Streymur 2-2(1-1) 

0-1 Andras Olsen
1-1 Kaimar Saag
2-1 Benjamin Heinesen
2-2 Arnbjørn Hansen