Fótbóltur

Dávid Biskopstø Andreasen hevur longt við barndómsfelagið

Nýggi sáttmálin er galdandi fyri tvey tey næstu kappingarárini. 18-ára gamli miðvallarin, ið er beiggi liðformannin, hevur higartil spælt 15 dystir og skorað tvey mál fyri besta liðið hjá KÍ.

Dávid B. Andreasen er ein ungu spælarunum hjá KÍ, ið er á veg fram (Mynd: Sverri Egholm)

Dávid B. Andreasen er ein ungu spælarunum hjá KÍ, ið er á veg fram (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-16 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Framgongdin hjá unga miðvallaranum hevur verið eygsæð, og vóna vit at hann kann halda áfram við menningini.

Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari, í samband við at Dávid Biskopstø Andreasen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, ið er galdandi fyri 2023 og 2023. 

Síðstu tvey kappingarárini hevur Dávid spælt 15 ferðir fyri besta liðið KÍ, og 18-ára gamli miðvallarin hevur spælt tveir dystir og hevur fingið tvey gullheiðursmerki um hálsin í Betrideildini; umframt eitt við U21.

Sambært Farosoccer hevur Dávid B. Andreasen spælt 32 dystir og skorað tíggju mál í 1. deild. Hann er lítlibeiggi liðformannin Jákup Biskopstø Andreasen og sonur KÍ-legenduna Jan B. Andreasen - fastrarnir hjá honum, Ragna Patawary og Rannvá Biskopstø Andreasen, hava vunnið næstan óteljandi gullheiðursmerki til felagið samanlagt.

Í KÍ fegnast tey um, at Dávid er til reiðar at taka kappingina upp, um plássini á besta liðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder