Hondbóltur

Myndir: Eydnudeildin 2023

Eydnudeildin var við í steypavikuskiftinum á Hálsi. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-26 14:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eydnudeildin var aftur í ár við í steypafinalunum, sum eru í Høllini á Hálsi um vikuskiftið.

Hetta eru børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar, og tí ikki megna at venja hondbólt í vanligu feløgunum.

Við Eydnudeild hava tey fingið ein nýggjan møguleika. Ein møguleika at luttaka í einum sosialum felagskapi, sum tekur atlit til einstaka hondbóltsspælaran. Tey sleppa at verða júst tann, tey eru, og fáa avbjóðingar, sum eru við til at menna tey á fleiri økjum - rørsluliga, sosialt og ikki minst persónliga.

Sí myndir:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder