Áhugin at rógva kapp er vaksandi ymsastaðni í landinum, og nú eru trý virkin feløg í Suðuroynni. Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, HSK, verður lagt afturat Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs kappróðrarfelag.
Suðurrás skrivar á heimasíðu sínari, at stovnandi aðalfundurin hjá kappróðrinum í Hvalba var í gjár, at viðtøkurnar blivu einmælt samtyktar, og ein nevnd varð vald, fer at skipa seg komandi dagnarnar.
Í nevndina komu:Rúni Thomsen, Brandur Rúnason, Nóa Thomsen, David Thomsen, Jón Thomsen, Martin Berg og Amy Thomsen.
- Á fundinum bleiv tað eisini samtykt, at nýtt búmerki skal gerast til felagið, og at báturin, sum er latin felagnum, skal eisini hava nýtt navn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald