Annað

Alonso gevst í Formel 1

Fernando Alonso hevur koyrt Formel 1 í 17 kappingarár.

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-08-14 23:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

McLaren hevur í dag boðaði frá, at Fernando Alonso gevst eftir núverandi Formel 1 kappingarár. 37 ára gamli Fernando Alonso hevur koyrt Formel 1 í 17 ár, men nú er tíð til at royna okkurt nýtt.

- Eftir 17 ómetaliga góð ár í hesum fantastiska ítrótti, er tíðin komin til at eg royni okkurt annað og komi víðari. Eg havi notið hvørt minutt av hesum fantastisku kappingarárum, og eg kann ikki takka teimum fólki nokk, sum hava gjørt sítt til at gera tey so serlig, sigur Fernando Alonso.

Alonso legði dent á, at avgerðin er væl umhugsað. Hann sigur at hann tók avgerðina fyri nøkrum mánaðum síðani, og at hann eisini ynskir at takka Chase Carey og Liberty Media fyri at royna at fáa hann at broyta meining.

Alonso vil ikki siga nakað um hvørjar framtíðarætlanir hann hevur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder