Fótbóltur

Kroatisk landsliðsstjørna takkar fyri seg

HM-finalan gjørdist síðsti dystur hjá Mario Mandzukic.

Mario Mandzukic skoraði 2-1 málið, tá Kroatia spældi seg í HM-finaluna (Mynd: Ritzau Scanpix)

Mario Mandzukic skoraði 2-1 málið, tá Kroatia spældi seg í HM-finaluna (Mynd: Ritzau Scanpix)

2018-08-14 22:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kroatiska landsliðshetjan Mario Mandzukic hevur í dag boðað frá, at hann hevur spælt sín síðsta dyst fyri kroatiska landsliðið. 32 ára gamli áleyparin skoraði fyri júst einum mánað síðani 2-1 málið móti Onglandi í HM-hálvfinaluni, sum sendi Kroatia í HM-finaluna.

Mandzukic, sum til dagligt spælir við Juventus í Italia, skrivaði á sínum Instagramvanga í dag, at hann hevur tikið avgerð um at steðga við landsliðsfótbólti. Hann skrivar, at avgerðin var lættari at taka, eftir at Kroatia stóð seg so væl í HM í Russlandi í summar.

Mario Madzukic spældi 89 landsdystir og skoraði 33 mál. Millum annað skoraði hann tað eina málið í HM-finaluni, sum Kroatia tapti 4-2 móti Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder