Fótbóltur

Feløgini í Madrid dystast um fyrsta steypið

Real og Atletico spæla um evropeiska Super Cup steypið í kvøld.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-15 14:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í kvøld hittast tey bæði stórliðini í Madrid, Real og Atletico, í dystinum um evropeiska Super Cup steypið. Í árliga dystinum dystast vinnarin av Champion League við vinnaran av Europa League um steypið.

Real Madrid vann Champions League finaluna seinasta kappingarár móti Liverpool, meðan Atletico Madrid vann Europa League finaluna móti Marseille.

Hjá Real Madrid fyrireikar man seg til fyrsta týðandi dystin uttan Cristiano Ronaldo, sum skifti til Juventus í summar. Við sínum 450 málum í 438 dystum fyri Real Madrid er tað uttan iva ein stórur missur, at Ronaldo ikki verður við. Atletico Madrid hevur ikki mist nakran av sínum týðandi leikarum í summar.

Real Madrid vann Super Cup finaluna í fjør móti Manchester United. Tann dysturin endaði 2-1.

Dysturin í kvøld verður spældur klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder