Fótbóltur

Håkan: - Ein stór uppliving at vera til hondbóltslandsdyst her

Høvuðsvenjarin hjá manslandsliðnum í fótbólti var millum áskoðarnar í Høllini á Hálsi, tá Føroyar vunnu á Rumenia í EM-undankappingardysti í síðstu viku.

Umframt at seta orð á veðrið, síðsta landsliðsár og støðuna í landsliðshópinum tosaði Håkan Ericson stutt um hondbólt (Mynd: Sverri Egholm)

Umframt at seta orð á veðrið, síðsta landsliðsár og støðuna í landsliðshópinum tosaði Håkan Ericson stutt um hondbólt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-13 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson byrjaði tíðindafundin í dag við at skemta: - Vælkomin til landsliðsúttøkuna í íshokki. 

Veðrið hevur órógvað fótbóltin seinastu tíðina, og spurningurin er so hvussu hetta ávirkar A-landsliðið, sum um tíggju dagar aftur skal í eldin.

Í mun til hondbólt hevur slíkt sum kavi ikki stórvegis ávirkan, og landsliðsvenjarin sat fjálgt í Høllini á Hálsi mikukvøldið, tá Føroyar koppaðu Rumenia í EM-undankappingardysti í manshondbólti. Ein uppliving, ið sviin setti orð á áðrenn hann avdúkaði sín hóp til komandi uppgávurnar.

- Eg var til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Rumenia í síðstu viku, og tað var ein stór uppliving. At merkja tað sum hendi í høllini var ein stórur íblástur

[object Object]
Håkan Ericson fangar eina løtu í dystinum millum Føroyar og Rumenia. Høvuðsvenjarin var til dystin saman við kropsliga venjaranum, Magna Mohr (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson segði, at tað var fantastiskt, at Føroyar skapa slík úrslit, og at hann legði merki til stór einstøk avrik á føroyska liðnum.

Hann kemur frá stórar hondbóltstjóð: Svenska manslandsliðið hevur vunnið EM- gull fimm ferðir og HM fýra ferðir. Eisini hava sviar verið í fýra OL-finalum. At ítróttagreinar kunnu vera til íblástur fyri hvønn annan er nakað jaligt, og tað var flott av Håkani Ericson at taka hetta við.

Næstu tíðina skulu hann og toymi hansara hugsavna seg um at fáa sum mest burturúr við føroyska manslandsliðnum, tá liðið fer á ferð til Moldova (EM-undankappingardystur) og Norðurmakedónia (venjingardystur).

Sí eisini: 
Håkan: - Skulu arbeiða útfra teimum fyritreytunum sum eru


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder