Fótbóltur

Átjan skulu til venjingarlegu á Svangaskarði síðsta vikuskifti í mars

Hetta er sum liður í fyrireikingini til EM-undankappingina í næsta mánað. Fýra av teimum úttiknu spæla í Danmark - samanlagt eru sjey føroysk feløg umboðað.

Jancy Mohr úr KÍ, ið júst hevur skotið bóltin, er ein av teimum úttiknu (Mynd: FSF)

Jancy Mohr úr KÍ, ið júst hevur skotið bóltin, er ein av teimum úttiknu (Mynd: FSF)

2023-03-15 17:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum fyrireiking til EM undankappingina í Armenia um tríggjar vikur, verður U19 landsliðið við gentum savnað á venjingarlegu á Svangaskarði næsta vikuskifti.

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar 18 spælararnar til venjingarleguna:

Kristina D Gásdal, 07 Vestur
Bára Jansdóttir, 07 Vestur
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Jovina av Skarði, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Marita Lisberg, EBS/Skála
Natalia Dansdóttir Olsen, EBS/Skála
Malena Olsen, KÍ
Lóa Samuelsen, KÍ
Maria V. Johansen, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Jórun Najma Patawary, KÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Gunnvá Lutzen, Vildbjerg
Sólja Ernstdóttir, Vildbjerg
Anna Katrina Mikkelsen, AaB
Anna Brændstrup, HB Køge

Í EM undankappingini eru Føroyar í bólki saman við Armenia og Malta, og dystirnir verða spældir 7. og 11. apríl.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder