placeholder
Fótbóltur

KÍ hevur gjørt sáttmála við ungan spælara úr Gana

20-ára gamli Issah Ahmed Latif kann spæla sum vinstri vongur og vinstri bakkur. Hann var í fjør til royndarvenjing hjá norska Viking og skuldi gera sáttmála.

2023-03-15 20:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey skifti eru almannakunngjørd á hesum seinasta degi, sum flytingarvindeygað var opið. Annað var bumban úr Trongisvági: At Gilli Rólantsson Sørensen hevur gjørt sáttmála við barndómsfelagið TB, og hitt skiftið kunngjørdu føroyameistararnir í beinleiðis seindingi hjá Televarpinum.

Talan er um 20-ára gamla Issah Ahmed Latif, sum er ein spennandi spælari úr Gana, sambært Magna Hoseth, ið hevur fingið fatur á honum ígjøgnum kontaktir úr Noregi

Norðlýsið skrivar, at hann hevur ikki spælt í Evropa áður, men tó hevur hann royndarvant við Viking Stavanger í Norra. 

Sum skilst var ein avtala so at siga komin í lag, men ymiskt við pappírarbeiðnum eydnaðist ikki. Áhugi hevur eisini verið fyri Latif úr millum annað Onglandi - onkrar keldur siga Leicester City.

KÍ skrivar, at nýggi spælarin kann spæla á øllum plássum á vinstru síðu, tað verið seg bakkur ella vongur. Felagið boðar samstundis frá, at Issah Ahmed Latif verður tó ikki tøkur beinanveg, tá ið loyvini enn ikki eru komin uppá pláss enn.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder