Fótbóltur

Endaliga avgerðin verður tikin í morgin

Fótbóltssambandið hevur nú kunnað feløgini um, at 1. deildarumfarið ikki verður spælt í annaðkvøld, og at nærri boð um Betrideildina koma seinnapartin í morgin.

Svangaskarður eru eitt av fáu støðunum, har tað hevur fleiri dagar hevur borið til at vant so gott sum vanligt. Besta mansliðið hjá Víkingi vandi millum annað har í gjárkvøldið og skal tað aftur í dag. Soleiðis sá tað út fyri løtu síðani har

Svangaskarður eru eitt av fáu støðunum, har tað hevur fleiri dagar hevur borið til at vant so gott sum vanligt. Besta mansliðið hjá Víkingi vandi millum annað har í gjárkvøldið og skal tað aftur í dag. Soleiðis sá tað út fyri løtu síðani har

2023-03-16 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað valdar framvegis ein óvissa um, hvørt Betrideildarfótbóltur verður á skránni í vikuskiftinum ella ikki. Kavi liggur framvegis, og tað hevur órógvað venjingar hjá feløgunum í nú skjótt tvær vikur.

Eftir ætlan skal 3. umfar í Betrideildini hjá monnum (tað er umfar nummar tvey, tí 2. umfar varð útsett) spælast leygardagin og sunnudagin, umframt 1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum og í 2. deild.

Harafturat skulu nakrar ungdómskappingar í gongd, og umfarið í 1. deild hjá monnum var á skránni til fríggjadagin.

Nú hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at dystirnir í næstbestu mansdeildini ikki verða spældir í morgin, fríggjadagin 17. mars - teir eru fluttir til eina ikki ásetta dagfesting. Liðini í U15 og U17 skulu hyggja uppá støðuna og avtala at spæla ella flyta - alt eftir hvussu støðan er í hvørjum einstøkum staði.

[object Object]
Tað er helst ikki heilt ósannlíkt, at HB-Víkingur verður fluttur yvir á Tórsvøll, um liðini spæla leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Spurningurin er so, hvussu verður við dystunum leygardagin og sunnudagin. Sambært nýggju fráboðanini frá FSF kemur nærri kunning - allarhelst endalig boð - eftir døgurða í morgin: Tað vil siga hjá summum feløgunum er tað lítið yvir eitt samdøgur áðrenn ásetta dystin. 

Eingin ivi er um, at slíkt ávirkar fyrireikingarnar, men Sunniva Kollslíð, kappingarleiðari, segði við Portalin í gjár, at veðrið er so skiftandi, og forsøgnin kann broytast nógv enn. Sum nú er, sær tað út til at fara at regna rímiliga nógv í kvøld, og í nátt og verður tað lýggjari enn undanfarnu dagar fram til leygardagin.

Tískil hava tey tað trupult við at gera eina staðfesting, sum er bindandi: Ymisku liðini noyðast at fyrihalda seg til, at støðan er ivasom.

3. umfar (umfar nummar tvey) í Betrideildini hjá monnum

Leygardagin 18. mars
16.00: B68 - KÍ
17.00: EB/Streymur - B36
19.00: HB - Víkingur

Sunnudagin 19. mars
15.00: 
TB - ÍF
AB - 07 Vestur

Les eisini: HB - Víkingur er ásettur til leygarkvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder