Fótbóltur

Europa League: Arsenal úti eftir brotssparkskapping

Teir hjá Sporting CP vóru stinnari, enn teir hjá enska oddaliðnum á Emirates. Átta lið eru eftir í kappingini - millum annað Juventus, Roma, United og Sevilla - lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður á middegi.

Teir í grønum og hvítum fegnast, eftir at teir hava sent Arsenal út av Europa League (Mynd: EPA)

Teir í grønum og hvítum fegnast, eftir at teir hava sent Arsenal út av Europa League (Mynd: EPA)

2023-03-17 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnu áttandapartsfinalurnar í næststørstu evropeisku kappingini hjá UEFA fyri lið vórðu spældar í gjárkvøldið. Eftir tær er greitt, at hesi átta liðini eru víðari til fjórðingsfinalurnar í Europa League: 

AS Roma (ITA)
Juventus (ITA)
Bayer Leverkusen (TÝS)
Manchester United (ONG)
Sevilla (SPA)
Feyenoord (NIÐ)
Sporting CP (POR)
Union Saint-Gilloise (BEL)

Hetta merkir millum annað, at eins og í Champions League er Serie A best umboðað: Fimm av teimum stóru í Italia vera harvið við í Nyon í dag. Lutakast til fjórðingsfinalurnar í Champions League verður áðrenn - tað byrjar klokkan 11 og Europa League-lutakastið ein tíma seinni.

Tað helst mest óvæntaða har er, at Arsenal ikki verður í bollanum. Oddaliðið í Premier League fekk javnleik í Lissabon í síðstu viku, skuldi so avgera tað á heimavølli í gjár, kom eisini á odda í 19. minutti, tá Granit Xhaka javnaði, men Sporting svaraði aftur eftir steðgin, og tað endaði við brotssparkskapping. Har var Gabriel Martinelli tann einasti, ið ikki skoraði, so kundu teir frá portugisiska høvuðsstaðarfelagnum stórfegnast, meðan tað í London-felagnum nú er fult fokus á at kappast um Premier League-heitið.

[object Object]
Mikel Arteta og hansara menn hava nú eitt steyp at kappast um - talan er so eisini um eitt ógvuliga stórt (Mynd: EPA)

Tað var eisini óvæntað, at nummar tvey í Belgia basti nummar trý í Týsklandi. "Felagskapirnir" spældu 3-3 í Berlin í síðstu viku, men í gjár vann Union Saint-Gilloise 3-0 á Union Berlin. Belgiska felagið hevur satsað síðsu árini - Samuel Chukwudi hevur eisini verið í felagnum - og er nú komið langt í Evropa.

Roma, Juventus, Leverkusen, Manchester United og Sevilla gjørdu arbeiði liðugt eftir sigrar í fyrstu dystunum - størst baks hevði Sevilla, ið tapti 1-0 fyri Fenerbache í Istanbul, men seksfaldu vinnararnir í kappingini eru "sjálvandi" víðari (2-1 samanlagt) Feyenoord gjørdi av álvara bart og vann 7-1 á Shakhtar.

Øll úrslitini í gjár síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder