Fótbóltur

Ancelotti og Guardiola skulu royna at vinna á sínum gomlu feløgum

Tað verður trupult hjá ensku feløgum í fjórðingsfinalunum: City spælir móti Bayern og Chelsea móti meistarunum úr Madrid. Ein italsk uppgerð er á skránni, og Inter skal aftur spæla móti portugisiskum høvuðsstaðarfelagi.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2023-03-17 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Champions League var fyri løtu síðani, og sum væntað standa nakrar stóruppgerðir á skránni.

Liðini, ið hava vunnið kappingina tvey tey seinastu árini, hittast. Tað er Carlo Ancelotti móti felagnum, sum hann vann Premier League og FA Cup við í 2010. Tað verður ein risa uppgávu hjá skinklandi Chelsea, sum byrjar á Bernabeu.

Pep Guardiola kom til Manchester City úr júst Bayern München, har hann vann nógv steyp men ikki tað heilt stóra: Champions League. Tað hevur Guardiola ikki lyft síðani 2011, og City hevur ongantíð vunnið kappingina. Um tað skal bera til, skulu Haaland og hinir framvið sterka og støðuga týska liðnum - eftir hetta stendur møguliga Real Madrid sum ein forðing.

Tað er nógv, ið bendir á, at vit fáa eitt italskt lið í finaluna fyri fyrstu ferð síðani 2017 (Juventus). Lutur varð eisini kastaður um hálvfinalurnar í dag, og úrslitið gjørist, at vinnarin av italsku uppgerðini millum Milan og Napoli skal møtan Benfica ella Inter í hálvfinaluni. 

Harvið skal Benfica vinna á tveimum italskum liðum, annars verður eitt Serie felag í Champions League-finaluni síðst í mai. Inter sló portugisiskt lið (Porto) út í áttandapartsfinaluni og skal nú royna at gera tað aftur. Grannarnir, ið eru italskir meistarar, skulu spæla móti Napoli. Hetta er liðið, sum helst fer at vinna Serie A í ár.

Fjórðingsfinalurnar í Champions League

Tær fyrru - 11. og 12. apríl:
Real Madrid - Chelsea
Benfica - Inter
Manchester City - Bayern München
Milan - Napoli

Tær seinnu - 18. og 19. apríl
Chelsea - Real Madrid
Inter Milan - Benfica
Bayern München - Man City
Napoli - AC Milan

Hálvfinalurnar - í mai:
1. Milan / Napoli - Benfica / Inter
2. Real Madrid / Chelsea - Man City / Bayern

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder