placeholder
Annað

Steypakappingar í amboðsfimleiki um vikuskiftið

Leygardagin og sunnudagin kappast tilsamans 73 børn og ung í Bylgjuni í Runavík.

(Mynd: Jón K. Joensen)

(Mynd: Jón K. Joensen)

2023-03-18 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið verða steypakappingar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík.

73 børn og ung eru meldað til kappingarnar, sum verða í dag og í morgin – 35 á mannfólkasíðuni og 38 á kvinnusíðuni.

Tey tilmeldaðu eru frá HF, Støkk, Ljósinum og FLOG, skrivar Fimleikasambandið í tíðindaskrivi.

Nú klokkan 10 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn. Hesi kappast í øllum amboðum.

Klokkan 14.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir.

Amboðini, sum yngru liðini kappast í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini gólv, ringar og beinsveiggj.

Sunnudagin klokkan 10 verður kappingin fyri stig 4, 5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir. 

Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og rekk.

Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma áðrenn kappingarnar byrja. Gjørt verður vart við, at vegna bygging av svimjihøll er avmarkað við parkeringsplássum við høllina. Víst verður til parkeringsplássini við Barnagarðin á Mýrunum og Skúlan við Løkin.

Fylgjast kann við úrslitinum á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum, www.fimleikur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder