Fótbóltur

Reyð kort hjálptu United víðari

Fulham var annars á odda á Old Trafford. Møguleiki er framvegis fyri, at liðini úr Manchester hittast í FA Cup-finaluni.

Bruno Fernandes skoraði tvær ferðir í fjórðingsfinaluni móti Fulham (Mynd: EPA)

Bruno Fernandes skoraði tvær ferðir í fjórðingsfinaluni móti Fulham (Mynd: EPA)

2023-03-19 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórðingsfinalurnar í FA Cup eru spældar í vikuskiftinum, og nú er greitt, hvørji lið hittast í hálvfinaluni um beint yvir ein mánaða. 

Vincent Kompany vitjaði sín gamla heimavøll í gjárkvøldið. Har hevði Manchester City ongar trupulleikar av oddaliðnum í The Championship - talan varð um tennisúrslit. Erling Håland skoraði sítt hattrikk nummar tvey í vikuni, Julian Alvarez gjørt tvey, og Cole Palmer skoraði eitt.
 
Liðið hjá Pep Guardiola skal aftur spæla móti liðið úr The Championship í hálvfinaluni. Talan er um Sheffield United, sum vann dramatiskan dyst móti Blackburn á heimavølli. Útiliðið var annars á odda, tá tíggju minuttir vóru eftir, men so skoraði Sheffield tvær ferðir. Thomas Doyle avgjørdi í yvirtíðini.

Tað var ikki spennandi í Brighton, har Grimsby úr fjórðbestu deildini vitjaði. Tað endaði 5-0 til heimaliðið, sum skal dystast við Manchester United í hálvfinaluni.

Tað kundi annars verið talan um dyst móti Fulham, ið legði seg á odda á Old Trafford beint eftir steðgin. Aleksandar Mitrovic skoraði, men serbiski áleyparin fekk reytt kort í 72. minutti - hetta fyri at skumpa dómaran. Mitrovic var ónøgdur við, at Manchester United fekk brotsspark, og Willian reytt kort. Brasilumaðurin bjargaði á strikuni við hondini, tá Sancho hevði sett málverjan av - høvuðsvenjarin hjá Fulham fekk eisini reytt kort í støðuni.

Brunu Fernandes skoraði trygt uppá brotsspark, og tað gekk ikki leingi, til Manchester United gagnýtti greiða yvirtalið. Shaw legði innfyri, Sabitzer hælaði, og í yvirtíðini økti Fernandes til 3-1.

FA Cup fjórðingsfinalur
Í dag, sunnudagin 19.03

Sheffield United - Blackburn 3-2 (1-1)
Brighton - Grimsby 5-0 (1-0)
Manchester United - Fulham 3-1 (0-0)

Í gjár, leygardagin 18.03
Manchester City - Burnley 6-0 (2-0)

Hálvfinalurnar - 22.04:
Brighton - Manchester United
Sheffield United - Manchester City

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder