Fótbóltur

Barcelona stevnir beinleiðis móti spanska meistaraheitinum

Real Madrid kom á odda á Camp Nou, men innskifti Franck Kessie avgjørdi El Clasico við yvirtíðini. Liðið hjá Xavi hevur harvið tólv stig niður til Madrid á 2.pláss, nú tólv umfør resta í.

2023-03-20 06:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein ógvuliga týðandi dystur í La Liga var á skránni í gjárkvøldið; El Clásico. Søguliga stóra uppgerðin millum kongafelagið úr spanska høvuðsstaðnum og stolta felagnum úr næststørsta býnum í landinum, sum er katalanska høvuðsborgin. Tað eru meistaranir úr Madrid, ið jagstra Barcelona, men eftir dystin bendir so at siga alt á, at hesuferð fer meistaraheitið til Katelonia.

Barcelona hevur ikki verið meistari síðani 2019, ið er lutfalsliga langt síðani, um hugt verður eftir gongdini nógv av hesari øldini (samanlagt tíggju meistaraheiti). Barcelona kom eisini afturum í gjárkvøldið. Níggjunda málið, sum liðið hevur latið inn í ár, var sjálvmál: Eitt innlegg frá Vinicius Junior fór umvegis beinið á Arajuo framvið Ter Stegen. 

Heimaliðið fekk tó lagt eitt ávíst trýst fyri hálvleik, og í 45. javnaði Sergi Roberto. Miðvallarin var knappur og kaldur, tá hann var fyrstur á returbólti í Real-brotsteignum.

[object Object]
Tað vóru teir í eyðkendu bláum og reyðum, ið kundu fegnast eftir síðsta bríksl í dag (Mynd: EPA)

Real Madrid hevði fyri neyðini at vinna fyri at minka um munin, og hevði hetta veruliga fingið spenning í spanska oddastríðið. Útiliðið fekk eitt mál kolldømt við VAR eftir 80 minuttir - ístaðin fór liðið hjá Xavi avstað við sigrinum. Hagtølini vísa eisini, at Barca hevði leikliga yvirvág, og í yvirtíðini setti Franck Kessie fótin á tvørbólt frá unga Alejandro Balde.

Miðvallarin úr Fílabeinsstrondini gjørdist harvið stóra hetjan í Barcelona. Hann kom á vøllin fyri hin málskjúttan hjá heimaliðnum, Sergi Roberto, og staðfesti ræði hjá Barcelona á deildini og á arvafíggindanum fyri tíðina. Real Madrid vann fyrra dystin millum liðini í La Liga, sum var á Santiago Bernabeu í oktober, men síðani hevur Barcelona vunnu Super Cup-finaluna og fyrru hálvfinaluna í Copa del Rey.

Nú tólv umfør eru eftir í La Liga eru tólv stig á muni millum arvafíggindarnar - nummar eitt og tvey. Barcelona er ikki longur við í evropeiskari kapping, meðan Real Madrid stríðist fyri at endurvinna Champions League, men í sponsku kappingin er katalanska liðið greitt omaná.

[object Object]
Franck Kessie kom inn og avgjørdi El Clásico (Mynd: EPA)

[object Object]
Málverjin, Ter Stegen, og verjuparturin hevur verið ein lykil hjá Barcelona í ár (Mynd: EPA)

La Liga - 26. umfar
Í gjár, sunnudagin 19.03 (Camp Nou)
FC Barcelona - Real Madrid C.F. 2-1 (1-1)
9' Sjálvmál 0-1
45' Sergi Roberto 1-1
90 (+2)' Franck Kessie 2-1

Støðan í oddinum
1. Barcelona 68 stig
2. Real Madrid 56 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder