Fótbóltur

75 ára gamal tekur yvir í Crystal Palace

Roy Hodgson, fyrrverandi landsliðsvenjari hjá m.a. Onglandi, tekur eitt tørn í kreppurakta London-felagnum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-03-21 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

75 ára gamli Roy Hodgson verður nýggjur venjari hjá kreppurakta Premier League-felagnum Crystal Palace.

Tað upplýsir London-felagið á heimasíðu síni. Hodgson var eisini venjari í felagnum frá september 2017 til mai 2021.

Roy Hodgson tekur yvir, eftir at Crystal Palace fríggjadagin gav fraklendinginum Pratrick Vieira sekkin eftir sera vánalig úrslit.

Crystal Palace hevur enn ongan dyst vunnið í ár. Liðið liggur í løtuni á 12. plássi av teimum 20 feløgunum í Premier League, bert trý stig frá niðurflytingarstrikuni.

Fyrsti dystur hjá Hodgson verður sunnudagin 1. apríl móti Leicester.

Roy Hodgson hevur eina langa starvsleið sum venjari. Størsta partin av 1980’unum búði og virkaði hann í Svøríki við góðum úrslitum. Síðani hevur hann verið venjari hjá nógvum feløgum, teirra millum, Inter Milan, Blackburn Rovers, FC København, Fulham, Liverpool, Watford og Crystal Palace. Hann hevur eisini verið landsliðsvenjari í Sveits, Finnlandi og Onglandi í árunum 2012 til 2016.

Sum aktivur spælari spældi hann við Crystal Parlace eitt skifti miðskeiðis í 1960’unum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder