Fótbóltur

Myndir: Flestu fyrireikingarnar eru í Føroyum

A-landsliðið við monnum spælir fríggjadagin fyrsta EM-undankappingardystin í Moldova. Í dag var venjing nummar tvey av trý á Tórsvølli upp til dystin. Sí myndir.

Til upphitingina, ið fysisiki venjarin Magni Mohr stóð fyri (Mynd: Sverri Egholm)

Til upphitingina, ið fysisiki venjarin Magni Mohr stóð fyri (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-21 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mánadagin, savnaðist hópurin á Hotel Føroyum, og í morgin, mikudagin, gongur leiðin til Moldova.

Teir 24 spælararnir vandu í gjár saman á Tórsvølli undir leiðslu av Håkani Ericson við toymi (og við mikrofon). Soleiðis var aftur fyri løtu síðani í regninum, har ymiskt taktiskt varð gjøgnumgingið.

Nógv bendir á, at Føroyar fara at spæla við tveimum áleyarum í Moldova, sum er styrkismett undir okkara. Eins og Føroyar, skulu moldovar spæla uttan fleiri av føstu spælarunum seinnu árini.

Áðrenn venjingina tosaðu vit við Páll Andrasson Klettskarð, ið er aftur á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani mars 2017. Sí tí samrøðuna her

Portalurin verður við á ferðini til Moldova og Norðurmakedónia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder