Fótbóltur

Nú er næstan útselt til finaluna um Løgmanssteypið

Fá atgongumerki eru eftir til finalubrakið á Tórsvølli 25.august.

B36 skal steypafinalu móti grannunum um níggju dagar. Í kvøld vann B36 umráðandi 2-1 sigur á KÍ í Gundadali í kvøld(Mynd: Sverri Egholm)

B36 skal steypafinalu móti grannunum um níggju dagar. Í kvøld vann B36 umráðandi 2-1 sigur á KÍ í Gundadali í kvøld(Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-16 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld vunnu bæði B36 og HB í framskundaðu dystunum í Betri-deildini. Dystirnir vórðu framskundaðir orsakað av steypafinaluni, sum havnarfeløgini skulu spæla á Tórsvølli næsta leygarkvøld.

Fótbóltssambandiðboðar í kvøld frá, at bert 400 atgongumerki eru eftir til dystin. Atgongumerkjasølan hevur gingið væl, og serliga seinastu dagarnar er ferð komið á. 

FSF væntar, at tað verður útselt heilt skjótt, so tað ræður um at skunda sær fyri at fáa pláss til finaluna. 

Lagt er upp til eina spenanndi finalu, tá grannarnir bresta saman. 

Til ber at keypa atgongumerki á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder