Fótbóltur

Megnaðu ikki at halda fast í Norðurmakedónia

Sølvi Vatnhamar hevði ein stóran møguleika tíðiliga í seinna hálvleiki, og Føroyar høvdu til tíðir gott tamarhald á í venjingardystinum. Tað endaði tó 1-0 við málið seint í dystinum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-03-27 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast føroyska avrikið samanlagt var gott, so vóru ov nógvar leysar støður í løtum - serlga millum minutt 70 og 81. minutt, og tíggju minuttir fyri leiklok gekk galið.

Føroyar hevði vunnið bóltin á egnari hálvu, René Shaki Joensen skuldi fara avstað við bóltinum, men temjingin kiksaði, bólturin fór hinvegin, og so fóru teir reyðkløddu avstað. Bojan Mioviski fekk trekt líka brutur frá Odmari Færø, og við vinstra beininum smekkaði Aberdeen-áleyparin bóltin framvið Bárði á Reynatrøð.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Ungi leirvíkingurin hevði annars stórbjargað tveir minuttir frammanundan . Hóast tað vóru ting, ið teir skulu betra um, so stóðu ungu spælararnir seg væl. Teir fingu virðismiklar minuttir, og liðið fekk saman roynt ymiskt - sum heild eydnaðist tað væl, tó at Håkan Ericson og toymi skulu fínpussa fram til undankappingardystirnar seinni í ár. 

Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum er EM-undankappingardystur á heimavølli. Tað er 17. juni móti Kekkia. Tríggjar dagar seinni vitjar Albania á Tórsvølli.

Venjingardystur, 27.03
National Arena Todor Proeski, Skopje
Norðurmakedónia - Føroyar 1-0 (0-0)
81' Bojan Mioviski 1-0

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal (46' Andrias Edmundsson), Rógvi Baldvinsson (72' Odmar Færø), Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen (82' Klæmint Andrasson Olsen), Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen (72' Noah Mneney) , Stefan Radosavljevic((63' Gilli Rólantsson Sørensen), Ári Mohr Jónsson (63' Daniel Johansen) - Pætur Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder