placeholder
Fótbóltur

B36 og Víkingur snávaðu móti botnliðunum

AB og 07 Vestur vunnu sær kærkomin stig, tá tveir av evropeisku biðlunum kiksaðu.

Andreas Lava Olsen fekk reytt kort í dag, meðan Oddmar og liðfelagirnir noyddust at taka til takka við einum stigið á Argjum(Mynd: Jens Kr. Vang)

Andreas Lava Olsen fekk reytt kort í dag, meðan Oddmar og liðfelagirnir noyddust at taka til takka við einum stigið á Argjum(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-19 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 megnaði ikki at fáa trý stig á á Argjum, har bæði málini komu innanfyri ein minutt í 1.hálvleiki. Fyrst legði Bjarki C. Nielsen yvirraskandi argjamenn á odda, men Erlendur Magnusson svaraði beinanvegin aftur fyri B36. Erlendur skoraði eisini hóskvøldið í 2-1 sigrinum á KÍ í Gundadali

B36 var omaná í spælinum og hótti eisini málið hjá heimaliðnum. Men tað eydnaðist bara ikki hjá Jákup á Borg og hansara monnum, sum í triðja dystinum útav trimum møguligum móti “botn-fimm liðum" eftir steðgin misti stig. AB fekk sítt fyrsta stig síðani mitt í mai.    

Tað jaliga hjá B36 var, at Víkingur eisini misti stig. Víkingur hevði ein marru fyrra hálvleik, tá botnliðið 07 Vestur var á vitjan. Eftir 25 minuttir fekk Andreas Lava Olsen longu sítt seinna gula kort, og stutt fyri hálvleik skoraði danin, Sonny Jacobsen annan dystin á rað.

Var 1.hálvleikur ringur, so var 2.hálvleikur verri hjá heimaliðnum. Fyrst skoraði Sonny ti 2-0, áðrenn Hanus Jacobsen fekk annars minkað um munin. Bæði málini komu við tíman. Men tað merkist at tvífaldi føroyameistarin spældi við einum manni minni, og tíggju minuttir seinni økti Høgni Egilstoft Nielsen, tá hann var fyrstur á returbóltinum, eftir at Elias Rasmussen bjargaði brotssparkið frá liðformanninum. Sonny Jakobsen staðfesti sigurin og sítt hattrick stutt fyri leiklok.

Sera týðandi sigur hjá 07 Vestur í botnstríðnum meðan Víkingur tapti fyri fyrstu ferð í sjey dystir, og misti 

Víkingur - 07 Vestur 1-4(0-2)
Sonny Jakobsen 0-1
Sonny Jakobsen 0-2
Hanus Jacobsen 1-2
Høgni Egilstoft Nielsen 1-3
Sonny Jakobsen 1-4

AB - B36 1-1 (1-1)

Bjarki C. Nielsen 1-0
Erlendur Magnusson 1-1

HB, KÍ og NSÍ vunnu øll trygt á heimavølli. Les meira um teir dystirnar her: 
https://roysni.fo/hb-buldrar-vidari--ki-og-nsi-greiddu-sina-skyldu


Støðan eftir 19. umfar
1. HB (52 stig)*
2. KÍ (44 stig)*
3. NSÍ (39 stig)
4. Víkingur (35 stig)
5. B36 (34 stig)
6. EB/Streymur (18 stig)
7. Skála (18 stig)
8. TB/FCS/Royn (15 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)
10. AB (9 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder