Fótbóltur

EBS/Skála sigraði í oddadystinum

Felagsliðið vann umráðandi sigur á HB. KÍ fylgir við í oddinum.

EBS/Skála er við sigrinum á veg móti meistaraheitinum aftur, men kappingin er hørð í oddinum(Mynd: Sverri Egholm)

EBS/Skála er við sigrinum á veg móti meistaraheitinum aftur, men kappingin er hørð í oddinum(Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-19 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betri-deildini hjá kvinnum byrjaði aftur í dag, og sannur oddadystur var á skránni á Skála.

EBS/Skála kom aftur úr Litava í vikuni, og um tað er dystarvenjingin, sum var munurin skal ikki verða sagt, men greipuvinnarin var omaná móti HB og vann 2-0. Magunn Lindholm legði heimaliðið á odda tíggju minuttir fyri hálvleik, og miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Rakul Magnussen.

HB vann 2-1 í Gundadali seinasta liðini hittust, men Ein sera umráðandi sigur í oddastríðnum hjá felagsliðnum, meðan HB skal reisa seg aftur til steypafinaluna komandi vikuskifti, har møguleiki er fyri at reisa seg móti sama mótstøðuliðið.

KÍ megnaði at taka trý stig við sær norð úr høvuðsstaðnum. Klaksvíkskvinnur vunnu 2-1 á B36 í Gundadali. Rannvá B. Andreasen sendi KÍ á sigurskós við tveimum málum fyrstu 20 minuttirnar. Tíggju minuttir inn í 2.hálvleik minkaði Emma Hansdóttir við brotsparkið. KÍ megnaði tó at halda fast, og er nú tvey stig frá oddinum.

Í Sarpugerði var stórur sepnningur móti endanum. B68 javnaði til 1-1 fimm minuttir fyri tíð, men so avgjørdi Jensa Tórolvsdóttir dystin við tveimum málum.

13. umfar:
EBS/Skála - HB 2-0 (1-0)
B36 - KÍ 1-2 (0-2)
ÍF/Víkingur - B68 3-1 (0-0)

 

Støðan í Betri-deildini:
1. EBS/Skála (33 stig) 
2. HB (31 stig)
3. KÍ (31 stig)
4. ÍF/Víkingur (15 stig)
5. B36 (2 stig)
6. B68 (2 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder