Fótbóltur

B36 best umboðað í ungdómsfinalunum

Heili fýra ungdómslið hjá B36 skulu spæla steypafinalu á Tórsvølli í vikuskiftinum. KÍ er eisini væl umboðað.

U15 genturnar hjá B36 vunnu á TB í hálvfinaluni, og eru eitt av liðunum, ið skulu spæla steypafinalu á Tórsvølli í vikuskiftinum(Mynd: Bóltfelagið B36/Facebook)

U15 genturnar hjá B36 vunnu á TB í hálvfinaluni, og eru eitt av liðunum, ið skulu spæla steypafinalu á Tórsvølli í vikuskiftinum(Mynd: Bóltfelagið B36/Facebook)

2018-08-20 19:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið og allan leygardagin er steypafótbóltur á skránni á tjóðarleikvøllinum. Steypafinalurnar hjá teimum vaksnu og hjá teimum ungu verða leiktar, og hjá teimum ungu er tað serliga B36, ið verður í fokus.

Tá tað kemur til ungdómsfinalurnar, er tað bert í finaluni hjá U21, at B36 ikki verður umboðað. Í øllum hinum hevur felagið møguleika at tryggja sær steyp. Eins og í fjør er besta mansliðið hjá B36 í finaluni um Løgmanssteypið.

Hjá KÍ hava trý lið spælt seg í finaluna. Sermerkt er tað, at allar tríggar ungdómsfinalurnar leygardagin verða leiktar millum B36 og KÍ.

Eins og undanfarnu ár skulu fleiri lið hjá HB dystast í stóra finaluvikuskiftinum. Fríggjakvøldið spæla gentulið og dreingjalið hjá HB í finalunum, og leygarkvøldið skulu bæði kvinnurnar og mennirnir í eldin í finalunum hjá teimum vaksnu.

Umframt KÍ og tey stóru havnarfeløgini er EB/Streymur umboðað í ungdómsfinalunum(U21), og EBS/Skála skal royna at endurvinna steypið hjá kvinnunum.

Fríggjadagin 24. august: 
Kl.17.30 Gentur U18 / Mótasteypið: B36 - HB
Kl.20.00 Dreingir U21 / Thomas Dam Intersport steypið: EB/Streymur - HB


Leygardagin 25. august:

Kl.09.15 Dreingir U15 / Cadbury steypið: B36 - KÍ
Kl.11.15 Gentur U15 / Eilif Arge steypið  B36 - KÍ
Kl.13.15 Dreingir U17 / Blaðberasteypið B36 - KÍ


Kvinnufinalan verður leikt klokkan 16.15 leygardagin, og leygarkvøldið klokkan 19.45 spæla havnarfeløgini so finaluna um Løgmanssteypið.

Meira tilfar um steypafinalurnar verður gjøgnum vikuna á Roysni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder