À hvørjum ári velur UEFA heimsins besta leikara millum mannfólk og konufólk, og í dag er greitt hvørjir tríggir teir bestu leikararnir í ár eru.
Teir tríggir mannligu fótbóltsleikararnir, sum hava møguleika at vinna heiðurin eru protugisiski Cristiano Ronaldo úr Real Madrid, kroatiski Luka Modric úr Real Madrid, og egyotiski Mohamed Salah úr Liverpool og Egyptalandi.
Ronaldo og Modric vunnu Champions League finaluna við Real Madrid móti Liverpool, sum hevur Salah á liðinum.
Cristiano Ronaldo hevur verið millum tríggjar teir bestu á hvørjum ári síðani 2010. Hann hevur vunnið heiðurin tríggjar ferðir.
Tær tríggjar kvinnurnar, sum eru í topp trý, eru danska Pernille Harder úr Wolfsburg, norska Ada Hegerberg úr Lyon, og franska Amandine Henry úr Lyon.
Hegerberg og Henry skoraðu báðar tvær fyri Lyon sigrinum í Champions League finaluni á Wolfsburg og Harder.
Hegerberg vann heiðurin í 2016.
Vinnararnir verða kunngjørdir 30. august, tá lutakast er um bólkaspælið í Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald