Fótbóltur

Real Madrid eigur flest tilnevningar

UEFA hevur kunngjørt listan yvir heimsins bestu leikarar.

Luka Modric er ein av teimum tilnevndu til ársins miðvallara

Luka Modric er ein av teimum tilnevndu til ársins miðvallara

2018-08-20 20:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

UEFA hevur í dag kunngjørt hvørjir leikarar hava møguleika at vinna ársins leikari og eisini ársins leikari á hvør sínum plássi á vøllinum.

Teir leikararnir, sum eru tilnevndir ársins bestu leikarar eru Cristiano Ronaldo, Luka Modric og Mohamed Salah hjá monnunum, og Pernille Harder, Ada Hegerberg og Amandine Henry.

Les eisini: Hesir kunnu gerast heimsins besti fótbóltsleikari

Men umframt bestu leikararnar, verður ársins málverji, ársins verjuleikari, ársins miðvallari, ársins áleypari og ársins leikari í Europa League eisini valdir.

Teir tilnevndu eru hesir: 

Ársins málverji: Allison Becker, Gianluigi Buffon, Keylor Navas

Ársins verjuleikari: Marcelo, Sergio Ramos, Raphael Varane

Ársins miðvallari: Kevin De Bruyne, Toni Kroos, Luka Modric

Ársins áleypari: Lionel Messi, Cristiano Ronaldo, Mohamed Salah

Ársins leikari í Europa League: Diego Godin, Antoine Griezmann, Dimitri Payet

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder