Annað

Forsetin í IOC: Føroyar sleppa ikki við til OL

Altjóða olympiska nevndin ætlar ikki at loyva Føroyum at luttaka sum sjálvstøðug tjóð.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-20 21:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Thomas Blach, forseti í IOC, sum er altjóða olympiska nevndin, sigur við Ritzau, at tey ongar ætlanir hava at loyva Føroyum at luttaka í OL sum sjálvstøðug tjóð.

Ritzau skrivar, at danska ítróttasambandið og stjórnin stuðla royndunum hjá føroyska ítróttasambandinum at vinna sær luttøku við OL sum sjálvstøðug tjóð. Men IOC heldur fast í, at einans lond, sum eru viðurkend altjóða samfeløg kunnu luttaka sum sjálvstøðugar tjóðir í OL.

Jon Hestoy, varaforseti í føroyska ítróttasambandinum sigur við Kringvarpið, at tey fara ikki at steðga við arbeiðinum. Føroyar vóru við til at byrja paralympisku leikirnir og luttaka har, umframt at eitt nú føroyska fótbóltssambandið er limur í FIFA, hóast hetta tók 10 ár og tóktist ikki at kunna lata seg gera.

Føroyar eru eisini limir í altjóða svimjisambandinum FINA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder