Søgan sigur, at Ukraina er sterkari í manshondbólti enn Føroyar. Níggju ferðir í hesari øldini hava ukrainar spælt seg til eitt endaspæl - seinast til EM 2022. Føroyar hava ongantíð verið nær við at megna hetta - fyrrenn nú.
Innahýsis uppgerðirnar siga eisini sína søgu. Liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum seks ferðir seinastu fimm árini. Fyrst var tað í HM-undankapping í Italia, og Føroyar og Ukraina hava verið í EM-undankappingarbólki saman tríggjar ferðir á rað
Føroyar hava møtt Ukraina seks ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:
11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping
10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping
13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping
10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping
14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-26, EM-undankapping
12.10.22 Ukraina – Føroyar 29-25, EM-undankapping
Kelda: hsf.fo
Sí eisini: Fyri sjeyndu ferð móti Ukraina
Ukraina hevur vunnið allar dystirnar. Í Royal Arena í 2019, har Føroyar tann dagin høvdu heimavøll, var ógvuliga tætt. 23 mánaðir seinni var aftur bert eitt mál á muni, tá liðini spældu í Høllini á Hálsi.
Í sínum fyrsta A-landsdysti gjørdi Elias Ellefsen á Skipagøtu stóran mun, tá hann kom á vøllin í seinna hálvleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað er nú tað skal verða. Føroyar skulu vinna í morgin fyri at hava ein møguleika at koma til EM-endaspælið. Sambært veddingarfyritøkunum eru eisini góð sannlíkindi fyri hesum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er føroyska manslandsliðið favorittur í einum EM-undankappardysti. Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 1,55 og 1,75 hjá flestu veddingarfyritøkum. Hetta er ikki heilt stórur favroittleiklutur í hondbólti men tó heldur ikki heilt smalur favorittur.
Sigur til Ukraina liggur millum 2,60 og 2,90. Føroyski favorittleikluturin hongur helst serliga saman við heimavøllinum og heimasigrinum á Rumenia í síðsta mánaða. Sambært Mark-Lausen Marcher og Julian Johansen, venjarum og viðmerkjarum, eru føroysku spælararnir sálarliga nóg væl fyri at standa ímóti trýstinum.
Føroyar og Ukraina spæla fyri fullsettari í Høllini á Hálsi klokkan 19 í morgin. Liðið hevur seinastu veruliga venjingina nú seinnapartin, og Portalurin verður til staðar við myndatólinum og mikrofon.
Sí eisini:
- Skulu standa ímóti teirra fysikki og fáa álopsspælið at flóta
Rói Berg Hansen: Heimavøllurin kann geva okkum 5-1 eyka prosent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald