Fyrsti dysturin í Betrideildini í dag varð bríkslaður í gongd klokkan 16.30 við Stóra, har TB tók ímóti ÍF.
Tað vóru ikki spæld fleiri enn 90 sekund, so lá bólturin í TB-málinum. Annar av áleyparum, Hans Jákup Lervig, varð sendur avstað í høgru og hann smekkaði til úr spískum. Skotið var hart og gott, men ein royndur málverji hevði helst tikið tað.
Danin Andreas Hoff var ikki við vegna sjúku, vanligi eykamálverjin var ikki tøkur, so Arthur Poulsen, ið hevur verið mest kendur sum flogbóltsspælari seinastu árini, vardi TB-málið. 30-ára gamli tvøramaðurin hevur spælt á besta liðnum hjá barndómsfelagnum áður, men tað hevur verið sum útispælari. Høgi og sterki Arthur hevur verið málverji á næstbesta liðnum onkutíð, tá tað hevur manglað - fyriuttan málið kom hann rímiliga væl frá serligu uppgávuni.
ÍF sat annars á dystinum í fyrra hálvleiki og hevði eitt hav av hornaspørkum og annars fleiri vandastøður. Tað væntaði tó eitt sindur av skerpni. TB hótti ikki nógv hinvegin, men Poul Ingason fekk ein stóran møguleika, eftir at Salmundur Bech sendi honum ein frálíkan bólt. Skotið fór tó beint á Tóra Traðará.
Í seinna hálvleiki royndi TB framhaldandi at svara aftur, men hóast góðan stríðsvilja manglaði broddur í frameftir. ÍF-liðið var væl skipað og hevði onkran góðan møguleika at økja eisini, men tað gjørdist talan um sannan stríðssigur á einum vølli, har øll mótstøðuliðini í ár hava havt tað trupult.
Hetta var triði sigurin hjá ÍF í seks dystum. Í øllum hesum dystunum hevur liðið hjá Aleksandar Jovevic hildið málið reint. Tveir av hinum dystunum hevur ÍF tapt 0-1 við máli seint í dystinum. Úrslitið í dag var eisini ein staðfesting av, at ÍF er komið longur av uppflytarunum.
Tað skal tó takast við, at TB, afturat málverjanum, var uttan m.a. leikbannaðu Chris Jastrzembski og Jens Erik Bruhn, og at hetta var fyrsti dystur hjá nýggja høvuðsvenjaranum, Tummas Erling Djurhuus. Hann hevur júst tikið við, og er tað venjaraskifti numamr tvey við Stóra í 2023.
Betrideildin 3. umfar (umfar nummar 6) - útsett frá 19. mars
Í dag, mikudagin 26. apríl
TB - ÍF 0-1 (0-1)
2' Hans Jákup Lervig (Elvio Gelmini) 0-1
17.00:
AB - 07 Vestur (0-2)
EB/Streymur - B36 (1-2)
18.00: B68 - KÍ (0-1)
Í gjár, týsdagin 25. apríl
HB - Víkingur 1-1 (1-0)
42' Áki Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-0
56' Bergur Gregersen (Olaf Bárðarson) 1-1
Les eisini:
Ein ávis ónøgd í Gundadali
Bergur Gregersen: - Tað manglar tað síðsta hjá okkum
Viljormur Davidsen: - Skulu læra at vera meiri tolnir
Myndir frá dystinum
Støðan í Betrideildini
1. KÍ 15 stig
2. HB 14 stig *
3. B36 12 stig
4. ÍF 9 stig *
5. Víkingur 8 stig *
6. EB/Streymur 7 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig *
9. B68 3 stig
10. AB 0 stig
*Ein dysti fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald