placeholder
Hondbóltur

Jana: - Vit vilja øgiliga gjarna avgera tað leygardagin

Tað er eitt sindur kensluborið at spæla hesar dystirnar, sigur Jana Mittún, sum gjørdist toppskjútti hjá H71 við tíggju málum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-03 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 vann í kvøld 32-27 í Høllini á Hálsi, og hevur harvið vunnið báðar FM-finalurnar, sum higartil eru spældar í SMS-deildini.

Jana Mittún spældi stóran leiklut í sigrinum á Kyndli við millum annað tíggju málum. Bakspælarin hjá H71 hevur nú møguliga bert ein dyst eftir sum H71-spælari fyribils - í summar fer hon niður til Viborg.

- Tað er eitt sindur kensluborið at spæla hesar dystirnar, men eg royni at brúka tað sum brennievni til at spæla so væl sum møguligt, sigur Jana Mittún.

[object Object]

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

20-ára gamla hoyvíkskvinnan kann leygardagin verða við til at tryggja besta kvinnuliðnum hjá H71 greipuna fyri fyrstu ferð. Liðið skal tá spæla við eitt sindur størri ferð og hugsavnan enn í seinna hálvleiki í kvøld, staðfestir Jana.

FM-finalur í SMS-deildini
finala nummar 2 - mikudagin, 3. mai í Høllini á Hálsi
Kyndil (0) - H71 (2) 27-32 (11-16)

Toppskjúttar: 
Turið Arge Samuelsen 15 mál, Jana Mittún 10 mál

Sí eisini: 
Myndir: Kyndil - H71 (onnur-FM-finala)
Nú eru hoyvíkskvinnur bert eitt fet frá FM
Sophus Dal-Christiansen: Hava ov nógvar tekniskar villur og brenna upplagdar møguleikar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder