Fótbóltur

Video: Niels Pauli iðrar seg um misnýttar møguleikar

- Vit sita nógv tættari í teimum í seinna hálvleiki, men so skora teir til 0-3 eftir umstilling. Royndi miðvallarin hjá EB/Streymi sigur, at næsta vikan er øgiliga umráðandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-05-05 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevði sjálvur tvær av skotroyndunum, sum EB/Streymur kundi skorað uppá móti HB. Útiliðið var við yvirlutan á Eiði, men Niels Pauli Danielsen og hinir vóru væl við meginpartin av seinna hálvleiki og høvdu stórar møguleikar.

Ístaðin stongdi HB, ið spældi væl í fyrra hálvleiki, dystin við kontramáli. Nú hyggur 34-ára gamli klakavíkingurin hjá EB/Streymi fram ímóti steypadystinum, sum verður á Eiði týskvøldið móti Skála. Niels Pauli sær møguleikar fyri, at EB/Streymur aftur kann gera seg galdandi í kappingini.

Sí alt videobrotið ovast.

Sí eisini: Samrøðu við gamla høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, nú venjara hjá HB, Jákup Martin Joensen

Sí eisini: 
B68, HB og Víkingur sigraðu
Myndir: EB/Streymur - HB

8. umfar í Betrideildini

EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
6' Mikkel Dahl 0-1
24' Matthias Præst Nielsen 0-2
73' Mikkel Dahl 0-3

Støðan í Betrideildini 
1. KÍ 21 stig *
2. HB 20 stig 
3. B36 15 stig * 
4. Víkingur 14 stig 
5. ÍF 9 stig *
6. B68 9 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig 
9. TB 5 stig *
10. AB 1 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder