Hondbóltur

Garvill SM-finala – nú er javnt

Elias á Skipagøtu mátti út eftir ógvusligan brest í høvdið - Óli Mittún besti spælari - men Sävehof tapti eftir tvær ferðir longda leiktíð.

(Mynd: Sävehof á Facebook)

(Mynd: Sävehof á Facebook)

2023-05-23 08:37 Author image
Ingi Samuelsen

Onnur finalan um svenska meistaraheitið millum IFK Kristianstad og Sävehof við tveimum føroyingum á liðnum, varð spæld í gjárkvøldið á heimavøllinum hjá Sävehof í Partille uttan fyri Göteborg.

Eftir tveir umdystir fall avgerðin til fyrimuns fyri útiliðið, so nú er støðan 1-1 í dystum. Meistari gerst tað liðið, sum fyrst vinnur tríggjar finaludystir.

Svenskir miðlar skriva um eina garvilla SM-finalu har dramatikkur og spenningur, sum vera mann, var til tað síðsta.

Úrslitið gjørdist 45-44 til Kristianstad, tá samanum kom.

Tað var IFK Kristianstad, sum kláraði seg best í byrjanini av dystinum, og var á odda 14-12 í hálvleikinum. Endin á vanligu leiktíðini gjørdist ógvuliga dramatisk. Tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum, mátti Elias á Skipagøtu hjálpast av vøllinum og út í skiftirúmið til viðgerðar, eftir at hann sló høvdið hart í gólvið tá hann varð taklaður.

Men Sävehof hevur ein annan hoyvíking, 17 ára gamla systkinabarnið Óla Mittún, sum kundi taka yvir spælstýringina. Óli megnaði at stýra liði sínum, so at tað fekk fatur í dystinum aftur. Tá 40 sekund vóru eftir av dystinum, var støðan 32-33 til Kristianstaad, sum var í álopi. Men skotið rakti stongina, og so megnaði Felix Möller at javna fyri Sävehof til 33-33.

Við tað, at ein vinnari skal finnast í hesum finaludystunum, varð farið í longda leiktíð, har 17 ára gamli hoyvíkingurin, sambært Handbollkanalen var avgerandi fyri lið sítt. Men eftir at hava spælt tvær ferðir fimm minuttir, var støðan 39-39, so farast mátti undir ein umdyst afturat.

Hesaferð kláraði Sävehof ikki at fylgja við, og IFK vann finaluna 45-44.

Eftir dystin varð Óli Mittún kosin besti spælari hjá Sävehof. Hann skoraði sjey mál í dystinum. Tað gjørdi Elias á Skipagøtu eisini áðrenn hann varð noyddur at fara úr dystinum.

Triðja SM-finalan verður spæld hóskvøldið í Kristianstad. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder