Fótbóltur

Týðandi kvøld fyri oddastríðið

Talan kann gerast um eitt megnar fórbóltsmikukvøld, um KÍ - B36 og Víkingur-HB liva upp til vónirnar, og vindurin ikki darvar ov nógv.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-24 14:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verður munurin frá KÍ størri ella minni. Er tað B36 ella HB, sum er fyrsti avbjóðari. Kann Víkingur nærkast heiðursmerkjaplássi.

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum kunnu verða svaraðir í kvøld, tá hesi fýra liðini hava innanhýsis dystir. HB vitjar í Sarpugerði, har liðið í síðsta mánaði spældi seg víðari í steypakappingini, og í Klaksvík tekur nummar eitt móti nummar tvey. Talan er um dyst nummar ellivu hjá liðunum og um framskundaðar dystir frá 16. umfari (ólavsøkuumfarið) Tá hava hesi liðini evropeiskar uppgávur.

Veðurforsøgnin hevur skapt ivamál um stóra føroyska fótbóltskvøldið, men sambært bolt.fo hevur FSF havt samband við staðkend fólk og tikið avgerð um, at dystirnir verða spældir sum ætlað. Kortini verður tað upp til dómaran um dysturin skal setast í gongd. Um tað ikki er spælandi í kvøld í Sarpugerði og/ella við Djúpumýru so verður spælt í morgin.

Les meira: Ætla at spæla dystirnar í kvøld

HB er undir trýsti hvørjaferð, um FM-málið skal røkkast. Sjey stig eru upp til KÍ, og nú bíðar trupul uppgáva. Í innanhýsis uppgerðunum í ár er tað í báðum førum endað 1-1 eftir 90 minuttir. Áki Samuelsen avgjørdi í longdu leiktíðini í áttandapartsfinaluni í steypakappingini í Norðragøtu. Víkingur skal vinna fyri at veruliga blanda seg upp í stríðið um annað og triðja pláss.

[object Object]Seinast liðini hittust í Sarpugerði, var í áttandapartsfinaluni í steypakappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 er einasta lið, ið hevur vunnið á KÍ í 2023. Hetta var í steypakappingini. Í oddadystinum í Gundadali vann KÍ 3-2 við máli frá Jonn Johannessen í yvirtíðini. Hann er ein av skøddu KÍ-spælarunum: Jóannes Kalsø Danielsen er ikki tøkur í kvøld, og Patrik da Silva og René Shaki Joensen eru ivasamir. Tað er kanska nú, at B36 skal sláa til og veruliga bjóða av. Liðið hevur staðið seg heilt væl í ár men manglar at vinna á HB og KÍ (í landskappingini). KÍ kann koma upp á 40 Betrideildardystir á rað uttan ósigur og veruliga staðfesta trygga oddasessin.

Báðir dystirnir byrja klokkan 19. Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðuni á Portalinum. Hetta er í samstarvi við dystir.fo.

Víkingur - HB (kl. 19:00)
KÍ - B36 (kl. 19:00)

Stigatalvan undan umfarinum

1. KÍ 30 stig
2. B36 24 stig
3. HB 23 stig
4. Víkingur 20 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. EB/Streymur 10 stig
8. ÍF 9 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder