- Eftir ringu byrjanina í Betrideildini hevur Argja Bóltfelag í dag tikið avgerð um at siga høvuðsvenjara felagsins, Henrik Larsen, úr starvi. Orsøkin er vantandi úrslit á vøllinum í kappingarárinum 2023.
AB er greitt botnlið í Betrideildini við einum stigi og einum máli í tíggju dystum. Hetta hevur nú fingið avleiðingar fyri høvuðsvenjaran Henrik Larsen.
Danin kom til felagið í summarsteðginum í fjør, tá ymiskt rumbul hevði verið kring AB. Argja Bóltefelag skrivar, at hann yvirtók eitt lið við nógvum nýggjum leikarum, ið skuldi spælast saman mitt í kappingarárinum. Samstundis var liðið í einum niðurflytingarstríði, so arbeiðsumstøðurnar vóru ikki lættar - tó stóðu hann og liðið seg væl seinastu tíðina í 2022
- Fryntligi danin tók tó uppgávuna á seg við bjartskygni og tí, sum hevur eyðkent hann alla ta tíð, hann hevur verið í felagnum; hansara nærlagni og arbeiðssemi. Við einum rimmar endaspurti í fjør, har AB tryggjaði sær 12 stig síðstu sjey dystirnar og endaði átta stig oman fyri niðurflytingarstrikuna, eydnaðist tað so væl og virðiliga at varðveita sætið í Betrideildini.
Nú er ein nýggjur veruleiki. Maðurin, ið hevur staðið við høvuðsábyrgdina, fær rós fyri at varðveita trúnna og í høvuðsheitinum fyri arbeiði á Argjum.
- Vit í AB fara at takka Henrik Larsen fyri tíðina. Í AB hevur Henrik víst seg at vera ein eyðmjúkur maður, ið ikki ger nógvan háva um seg sjálvan, men heldur hevur hann dugað væl at tosa aðrar upp. Samstundis hevur hann ikki verið bangin fyri at siga sum er, um tørvur hevur verið á tí.
Nú verður mett at okkurt annað er neyðugt, og arbeið at finna ein nýggjan høvuðsvenjara er í gongd á Argjum. AB spælir aftur mánadagin, 2. Hvítusunnudag, á útivølli móti B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald