Hondbóltur

Spæla fýra venjingardystir í Íslandi um vikuskiftið

U17-dreingirnir spæla klokkan 16 og U21-menninir klokkan 18.30 í kvøld. Báðir dystirnir kunnu stroymast á YouTube-síðuni hjá íslendska hondbóltssambandinum.

Síðsti dansur hjá teimum flestu á U21-landsliðnum í ungdómshondbólti nærkast (Mynd: HSF)

Síðsti dansur hjá teimum flestu á U21-landsliðnum í ungdómshondbólti nærkast (Mynd: HSF)

2023-06-03 10:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein rúgva av landsliðsvirksemi verður á skránni í summar, og tað byrjar í ein mun veruliga í dag, leygardagin 3. juni.

Tvey lið á dreingja/manssíðuni vitja á Hafnarfjørðinum. Hóparnir hjá U17 og U21 ferðaðust yvir til grannalandið fyri vestan í gjármorgunin. Hjá báðum eru tveir venjingardystir móti Íslandi fyri framman.

[object Object]
Ungu menninir undan fráferð í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Fyri U21-landsliðið er hetta fyrireiking til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi seinni í mánaðinum. Hjá U17-landsliðnum er talan um kærkomnan møguleika at royna seg í altjóða dysti, men tað er eisini fyrireiking til European Open, sum verður í Göteborg í næstu viku.

Samanlagt fýra dystir eru á skránni í Kaplakriki, høllini í Hafnafirði, og allir kunnu stroymast, kunnar Hondbóltssambandið um:

Dystirnir liggja soleiðis (føroyskar tíðir):
Leygardagin 3. juni kl. 16.00 U17 Ísland – Føroyar
Leygardagin 3. juni kl. 18.30 U21 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 15.00 U17 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 17.30 U21 Ísland – Føroyar

Stroyming: HSÍ - YouTube

U21-landsliðið:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71 (HØJ)
Rói Borum Davidsen, KÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin
Baldur Gillason, H71
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Aarhus (Füchse Berlin)
Bogi Hansen, H71
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Pauli Mittun, Kristiansand Topphåndbold (Team Sydhavnsøerne)
Brian Slyne, KÍF
Ovi Lützen, Neistin
Sveinur Olafsson, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71 (Hallby)
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Kristian Jensen, VÍF

Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki við hetta vikuskiftið, men verður heilt víst við til endaspælið. Vónað verður eisini at fáa Bjarna í Selvindi til reiðar. Skálamaðurin er darvaður av skaða í fótínum.

Les eisini: Óli verður ikki við til U21-HM

Hópurin hjá U17-landsliðnum til komandi uppgávurnar
Málverjar:
Ingi Johannesen, H71 
Nóa Larsen, EB 

Útileikarar:
Magnus Árason, Neistin
Magnus Rubek Carlsen, H71
Filip Haldansen, VÍF
Jón Midjord, H71
William Napoleon Djurhuus, H71
Jákup Egholm, H71
Helgi Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andrias Lamhauge, Ajax København
Lýðar í Dímun, Neistin
Bogi Jógvansson Christiansen, Neistin 
Rúnar Hammer, Ajax København
Fríði í Innistovu, VÍF
Jógvan Svarthamar, VÍF 

Nakrir av hesum vera við í Íslandi, men ikki í Svøríki har aðrir vera við ístaðin
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder