Fótbóltur

Søguliga steypið endar í Manchester

Stóri spurningurin er bara, um tað verður í tí bláa ella í tí reyða partinum, at man kann fegnast. FA Cup finalan byrjar klokkan 15.

City jagstrar

City jagstrar "The Treble" - United jagstar steyp nummar tvey hetta kappingarárið

2023-06-03 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru Manchester-feløgini, sum seinnapartin stríðast um søguliga steypið á Wembley í London.

Manchester City hevur so gott sum sitið á enskum fótbólti seinastu árini, men í FA Cup hevur tað lutfalsliga ikki hilnast so væl. Felagið hevur verið í tveimum av teimum seinastu FA Cup-finalunum og vunnið tí einum - á Watford í 2019. Samanlagt hevur Manchester City vunnið kappingina seks ferðir.

Grannarnir hava vunnið tvífalt so ofta. Seinast United lyfti steypið var eftir sigur í longdari leiktíð og í undirtali móti Crystal Palace í 2016. Annars hevur Manchester United ikki staðið seg serliga væl í FA Cup í hesari øldini.

Manchester City hevur víst stóra styrki seinastu mánaðirnar. Liðið hjá Pep Guardiola hevur aftur vunnið enska meistaraheiti, og kann næstu sjey dagarnar tryggja sær "The Treble" (PL, FA Cup og Champions League) 

Tað er bert Manchester United, sum hevur megnað júst hetta áður. Nú skal United royna at vinna sína aðru steypakapping í ár - liðið hjá ten Hag vann Carabao Cup - og samstundis forða grannunum í at skriva søgu.

City er á pappírinum rímiliga greiður favorittur, men lagt er tó upp til spennandi finalu. Fyrsta bríksl á Wembley verður klokkan 15. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder