Fótbóltur

Nógv lið skulu til próvtøku

Fýra dystir í Betrideildini hjá monnum eru á skránni seinnapartin, og nógv er upp á spæl ymsastaðni á stigatalvuni.

B36 fær vitjan av Víkingi, og dysturin um 3. plássi kann gerast tættari (Mynd: Sverri Egholm)

B36 fær vitjan av Víkingi, og dysturin um 3. plássi kann gerast tættari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-04 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12. umfar í Betrideildini hjá monnum fór av bakkastokki í gjárkvøldið, tá Norðoyastevnudystur var á skránni í Klaksvík. Tað var toppur móti botni, og KÍ hevði eisini tamarahald á gjøgnum dystin og vann sum væntað. AB bjóðaði tó veruliga av seinastu løtuna.

Les eisini: Gjørdist spennandi í stevnudystinum

Sigurin hjá KÍ ger, at munurin niður til HB nú er 10 stig. Hetta leggur trýst á liðið hjá Jákup Martini Joensen, ið sum nú er sær út til at vera einasta liðið, sum kann fylgja við KÍ - tó at B36 eisini hongur í. HB vitjar á Toftum, og talan kann gerast um eina trupla uppgávu. B68 spældi javnleik í Sarpugerði seinast, fekk millum annað javnleik móti HB í fjør, men tá liðini hittust í 1. umfari var havnarfelagið tó greitt omaná. Síðani Jákup Martin tók við hevur HB vunnið allar dystirnar, fyriuttan tann móti oddaliðnum. B68-HB dysturin er tann einasti, ið ikki byrjar klokkan 15. Sum vant á Toftum er fyrsta bríksl klokkan 16.

Spennandi dystur er í væntu í Gundadali. B36 gjørdi bart í fyrsta umfari og vann 3-0 í Sarpugerði. Í vikuni hevur felagið longt við Dan Brimsvík, og skal nú aftur royna at vísa at man hevur flutt seg framvið júst Víkingi og av álvara kann gera seg galdandi í oddinum. Víkingur skal royna at vinna seg nærri júst topp-trý. Um tað skuldi hent, at HB ikki vinnur steypakappingina, so verður 4. plássi ikki nóg mikið til at fáa evropeiskt pláss til næsta ár, so hetta er ein lykladystur.

[object Object]
Uros og 07 Vestur vitja í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

Kappingarárið byrjaði við, at 07 Vestur vann 1-0 á uppflytarunum ÍF. Uros Stojanov skoraði málið, og serbin skoraði eisini móti gamla felagi sínum, tá 07 Vestur sló ÍF úr steypakappingini í Fuglafirði. Nú hittast liðini har aftur, og 07 Vestur kann annað vikuskifti á rað taka eitt fet frá niðaru liðunum. ÍF fekk góða byrjan uppá kappingarárið, men seinastu dystirnir hevur talan verið um tvey stórtap og tap fyri kappingarneyta - EB/Streymi. Nú skulu teir í reyðum aftur royna at flyta seg uppeftir á talvuni.

Sama er málið hjá TB og EB/Streymi. Talan er um lykladyst á Eiði, tí vinnur EB/Streymur har á TB fyri aðru ferð í ár, so er niðurflytingarstrikan langt burtur fyribils. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur eisini fingið fult higartil í heimadystum móti teimum trimum liðunum niðanfyri seg. Tvøramenn eru undir ávísum trýsti at fáa stig í slíkum dystum, og tað kann gerast tætt í Hólmanum. 

Betrideildin menn 12. umfar
Í gjár, leygardagin 03.06
KÍ - AB 2-1 (1-0)
22' Claes Phillip Kronberg (Árni Frederiksberg) 1-0
66' Árni Frederiksberg br. (Sivert Gussiås) 2-0
86' Viktor Helgi Benediktsson 2-1

Hesir fýra dystirnir eru á skránni í dag, sunnudagin 4. juni:

Tórshavn
15:00
Eiði
15:00
Fuglafjørður
15:00
Toftir
16:00

Til ber at síggja allar dystirnar hjá Televarpinum, og til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara, í samstarvi við dystir.fo.


Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 29 stig (12 dystir)
3. B36 27 stig (12 dystir)
4. Víkingur 21 stig (12 dystir)
5. 07 Vestur 13 stig (11 dystir)
6. B68 11 stig (11 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (11 dystir)
8. ÍF 9 stig (11 dystir)
9. TB 6 stig (11 dystir)
10. AB 1 stig (11 dystir)

Talvur: Fareosoccer og dystir.fo

(Topp-fýra liðini hava spælt sínar dystir í 16. umfari - tí koma tey upp á 13 dystir hetta vikuskifti)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder