Fótbóltur

Sabala tryggjaði B36 sigurin

Lettiski áleyparin skoraði bæði málini, tá Víkingur vitjaði. B36 hevur nú 30 stig - víkingarnir, ið annars vístu góðar taktir í dag, hanga ikki longur heilt í topp-trý.

Valerijs Sabala gjørdist avgerandi, tá B36 av álvara fór frá Víkingi, og fyribils yvirhálaði HB (Mynd: Sverri Egholm)

Valerijs Sabala gjørdist avgerandi, tá B36 av álvara fór frá Víkingi, og fyribils yvirhálaði HB (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-04 17:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 12. umfari í Betrideildini byrjaðu klokkan 15. 

Í Gundadali tók nummar trý móti nummar fýra. Seks stig skildu liðini áðrenn, og Víkingur skuldi harvið helst vinna fyri at halda sambandið til topp-trý. Tað var eisini útiliðið, ið var omaná fyrsta hálva tíman. Til tíðir spældu víkingarnir heilt væl, og í 24. minutti vann eyðsýndi Geza Turi bóltin á B36-hálvuni, rak, spældi banda við áleyparan Poul Kallsberg, nærkaðist brotstiegnum og smekkaði síðani bóltin í málið til 0-1.

Tað er at irða seg um, at miðvallarin, ið hevur búð í Føroyum tað mesta av sínum lívi, framvegis ikki hevur fingið føroyskt pass, og harvið ikki kann verða úttikin til A-landsliðið í morgin. Vónandi og væntandi kemur hetta uppá pláss seinni í ár.

[object Object]
Geza Turi skoraði eisini fyrr í ár, tá HB vitjaði í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

B36 svaraði tó skjótt aftur. Eftir frísparksinnlegg stútaði ein fríur Michal Przybylski yvirum til Valerijs Sabala, ið var komin uppá pláss og javnaði. Næstu løtuna sat B36 á tí, og Víkingur gjørdi nøkur mistøk á egnari hálvu, sum kundi kosta.

Hetta gjørdi heimaliðið eisini eftir steðgin, har tað annars leingi bendi á, at tað fór at enda við javnleiki. Tá eitt korter var eftir av dystinum, fór Hannes Agnarsson tó til stroks í høgru, og tætt við baklinjuna legði kviki kanturin innfyri. Sabala sníkti seg í leysa støðu, og lettiski áleyparin stútaði bóltin væl niður í longra málhorn til 2-1. Seinna málið í dag og fimta málið hjá honum í B36-blusuni.

[object Object]
Tvey mál til Sabala og aðru ferð í ár, at B36 basti Víkingi. Fyribils er B36 nummar tvey (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta gjørdist annar dystur á rað, at Valerijs Sabala avgjørdi fyri liðið hjá Dan Brimsvík. Víkingur hevði annars nakrar góðar støður seinastu løtuna, serliga var Bergur Gregersen nær við eftir frísparksinnlegg, og sum heilt høvdu víkingarnir uppiborið stig, men sum í til dømis dystum móti HB fyri kortum, so manglaði tað síðsta. Heimaliðið vísti tó kynismu, vilja og rygg, eins og í fleiri dystum í ár og hevur nú er 30 stig og er í løtuni á 2. plássi.

Víkingur hevur í løtuni átta stig upp til 3. plássi. Um HB ikki vinnur steypakappingina er neyðugt at enda nummar trý fyri at fáa evropeiskt pláss.

Á Eiði vann TB, og ÍF tapti samstundis móti vágamonnum. Harvið er meira eldur í niðurflytingarstríðnum nú. Meira um hetta seinni.

Betrideildin menn 12. umfar

Í dag, sunnudagin 04.06
B36 - Víkingur 2-1 (1-1)
24' Geza David Turi (Poul Kallsberg) 0-1
33' Valerijs Sabala (Michal Przybylski) 1-1
75' Valerijs Sabala (Hannes Agnarsson) 2-1

EB/Streymur - TB 0-1 (0-0)
79' Samudeen Musah (John Villi Wøldike) 0-1

ÍF - 07 Vestur 1-2 (0-1)
9' Uros Stojanov (Rasmus Knudsen) 0-1
49' Jasper van der Heyden 0-2
89' Dánjal á Lakjuni (Elvio Gelmini) 1-2

(16.00): B68 - HB

Í gjár, leygardagin 03.06
KÍ - AB 2-1 (1-0)
22' Claes Phillip Kronberg (Árni Frederiksberg) 1-0
66' Árni Frederiksberg br. (Sivert Gussiås) 2-0
86' Viktor Helgi Benediktsson 2-1


Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. B36 30 stig (13 dystir)
3. HB 29 stig (12 dystir)
4. Víkingur 21 stig (13 dystir)
5. 07 Vestur 16 stig (12 dystir)
6. B68 11 stig (11 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (12 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (12 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder