Fótbóltur

Fremsti spælarin í føroysku kappingini fer at sita heima

Landsliðsúttøkan í dag gevur greiðar ábendingar um, at venjaratoymi ikki veruliga trýr uppá Páll Klettskarð. Aðrar typur eru valdar frammum toppskjúttan í Betrideildini.

Páll Klettskarð hevur kanska ongantíð staðið seg so væl í heimligu kappingini sum nú og hevur nógv góð evropeisk avrik fyri KÍ seinastu árini - her til landsliðsvenjing í mars (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð hevur kanska ongantíð staðið seg so væl í heimligu kappingini sum nú og hevur nógv góð evropeisk avrik fyri KÍ seinastu árini - her til landsliðsvenjing í mars (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-05 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At skora 14 mál og leggja upp til níggju í undir eitt hálvt kappingarár í Betrideildini, og harafturat vera beinleiðis avgerandi í fleiri oddadystum, er ikki neyðturviliga nóg mikið til at verða úttikin til A-landsliðið. 

Sjón fyri søgn fekst fyri hesum, tá hópurin til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania seinni í mánaðinum varð úttikin. Gleðiligt var at síggja, at fleiri av profilunum seinastu árini eru aftur eftir skaða. Tað gjørdist eisini greitt, at pláss ikki var ikki fyri Pálli Klettskarð.

Les eisini:
Brandur, Sonni Ragnar og Jóan Símun aftur á landsliðnum 
FSF: Enn einaferð Páll

Hann er toppskjútti og hevur nógv flest málstig í Betrideildini higartil (23), og eisini søguliga nógv so tíðliga á kappingarárinum, sambært bolt.fo, Áleyparin, ið fyri stuttum fylti 33 ár, hevur eisini skorað og/ella lagt upp í øllum topp-fýra dystunum hjá KÍ í ár, og Páll er valdur til besta spælara í Betrideildeini fyri bæði apríl og mai. Tað eru miðlafólk og viðmerkjarar - umframt landsliðsvenjarar - ið velja til hetta.

Alt hetta samanlagt ger, at tað var væntað, at Páll Klettskarð fór at fáa endurval - hann var aftur á landsliðnum í mars eftir fimm ár burtur frá. Tí vórðu tey flestu helst bilsin, tá navn hansara ikki stóð á listanum, og at Håkan Ericsen ikki las tað upp. Páll fór út við snuddi móti AB leygarkvøldið, men talan er allarhelst ikki um ein skaða, sum fer at órógva um einar tvær vikur. Í viðtalu beinleiðis á Televarpinum staðfesti landsliðsvenjarin, at her var meira talan um eitt frával - ella tilval av øðrum spælarum.

[object Object]
Håkan Ericson til tíðindafundin í FSF-húsinum fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur í fleiri førum víst seg, at formur ikki nýtist at spæla seg so stóran leiklut í úttøkunum, men heldur samansetingin av typum. Givið er eisini, at nakrir spennandi álopskendir spælarar eru tøkir aftur. Patrik Johannesen hevur krossbandsskaða, men í mun til í mars eru Petur Knudsen og Hannes Agnarsson heilt frískir. Teir hava eisini spælt nógv og gjørt tað væl við ávíkavist Lyngby í Superliguni og við B36. Hetta eru eisini spælarar við heilt øðrum dygdum og "spídskompetancum", sum kunnu koma landsliðnum til góðar. Petur og Hannes hava millum annað nógva ferð/kvikar føtur og kunnu gera ymiskt sjálvir. 

Jóan Símun Edmundsson er ikki skrásettur fyri nakran dyst síðani minniliga landsdystin móti Turkalandi 25. september í fjør. Tá spældi toftamaðurin ógvuliga væl og skoraði eisini. Síðani hevur knæðið darva roynda toftamannin nógv. Håkan Ericson kundi tó á tíðindafundinum avdúka, at Jóan Símun seinastu sjey vikurnar hevur vant við fullari ferð og eisini spælt venjingardystir.

Jóan Símun hevur sereginleikar, og tað sum landsliðsvenjari vísti á í samrøðuni við Televarpið er, at hann kann geva landsliðnum nógv sum innskiftari og til venjing, umframt at flestu úttiknu áleypararnir kunnu spæla onnur álopskend pláss eisini. Um Føroyar spæla 4-4-2, so hóska Páll og Klæmint Olsen helst ikki saman, og um tað er við einum miðáleypara í 4-5-1/4-3-3, so verður tað spurningurin um, man fer eftir "boksspælaratypuni" (Klæmint) ella einum sum Jóan Símuni. 

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen - her í Kekkia - er fyrstaval, um Føroyar fara at spæla við "boksspælara". Bert eitt mál restar í, so eigur hann málmetið á landsliðnum sjálvur. Klæmint hevur skorað fýra mál í íslendskum fótbólti seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson var ikki við seinast men hevur síðani fingið vant fast aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðsvenjarin sló eisini fast, at hann sær Páll Klettskarð sum ein boksspælara, eins og Klæmint Andrasson Olsen, og at har er Klæmint frammanfyri. Bert ein boksspælari er valdur hesaferð, í mun til seinast. Rituvíkingurin, ið eisini fyllur 33 ár skjótt, hevur staðið seg væl í Íslandi seinastu tíðina, og um vikuskiftið tryggjaði hann Breiðablik javnleik við flottum máli í oddadysti. Klæmint hevur eisini tíggju landsliðsmál í viðførinum.

Håkan Ericson sigur við miðlarnar í dag, at hann hevði eitt gott prát við Páll Klettskarð í gjár, har hann greiddi topsskjúttanum frá, hvussu hann sá støðuna. Síðani kom landsliðsvenjarin eisini inn á, at tá KÍ spælir í Betrideildini hevur liðið bóltin heilt nógv og fær bóltin inn í hin brotsteigin ofta. Hetta er øðrvísi á landsliðnum, staðfesti hann.

Hetta gevur meining í sær sjálvum, men so skal tað eisini havast við, at Páll Andrasson Klettskarð hevur skorað átta mál í evropeiskum kappingum - harímillum trý í fjør og samanlagt hevur áleyparin skorað triðja hvønn dyst í CHL/EL/CL. Í hesum dystunum hava umstøðurnar hjá KÍ verið heilt øðrvísi, og har hevur áleyparin eisini arbeitt steinhart uttanfyri brotsteigin, við og uttan bólt.

24 spælarar eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar á Tórsvølli í næstu viku. Hóast valini til álopspartinum síggja saklig út, so kann spurningurin um ikki pláss hevði verið fyri tveimum boksspælarum íhvussu er reisast - serliga um havast skal í huga, at seinni dysturin er heimadystur ímóti Albania, og hvat Páll Klettskarð hevur víst serliga seinastu tíðina.

Hópurin til dystirnar móti Kekkia (17. juni) og Albania (20. juni)

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB

Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36

Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder