Fótbóltur

B36 við níggju monnum steypavinnari eftir brotssparkskapping

B36 og HB stóðu fyri einum framúr fótbóltkvøldið á Tórsvølli, ið innihelt so at siga alt.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-25 22:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð lagt upp til eitt brak av eini finalu millum grannarnar, og tað gjørdist tað sannliga eisini talan um. Í 1.hálvleiki leveraðu HB og B36 ikki við vøkrum fótbóltsspælið, málum ella undirhaldi. Tað vóru nógvir nærdystir, inntensitetur og tvey lið ikki ikki góvu nógv burtur. Men í 2.hálvleiki kom hol á, og tað gjørdist undirhald fyri allar pengarnar. Tað gjørdist eisin italan um eitt tað størsta dramaði, sum føroyskur fótbóltur hevur sæð. 

Karmarnir vóru frálíkir; framúr veður til fótbólt og lívligar áskoðarafjøldir, har serliga B36-síðan var sera larmandi; teir vóru stutt agt framúr.

Tað vóru so at siga eingir upplagdir málmøguleikar í 1.hálvleiki. Til tað vóru liðini ov ansin og vælkskipaði í verjupartinum, og álopsspælið var ov stirvið og merkt av skeivum avgerðum í seinasta triðinginum.Tað var tó allatíðina inntenst, og leikararnir góvu seg ikki ein tumma í nærdystunum. Bólturin varð sjálvdan koyrdir ordliga runt, tí hvørgan av liðnum fekk frið fyri hinum liðinum at flyta bóltin.    

Móti endanum av hálvleikinum hevði HB fyrst eina vandmikla støðu, og lítla løtu seinni varð stútarin hjá Gretari Gunnarisyni í samband við eitt hornaspark bjargaður á strikuni. 

B36 kom væl út til 2.hálvleik, og skapti beinanvegin nakrar støður. Men tað var HB, ið legði seg á odda tíggju minuttir inni í hálvleikinum. Ari Mohr Olsen legði útfrá, og so smekkaði Tróndur Jensen til úr smáum 25 metrum. Bólturin fór sendandi niður í málhornið, og so var 1-0. Eitt flott mál frá miðvallaranum.

Men B36 svaraði aftur næstan beinanvegin. Eitt innlegg kom úr høgru, og so metti Kári á Høvdanum, at Bartal Wardum hevði skumpað Kaimar Saag í nærdystinum. Brotsspark og tað tók Odmar Færø sær av. Fyrr í ár bjargaði Teitur M. Gestsson tveimum brotsspørkum móti HB. Hesaferð fekk støðugi málverjin labban á, men skotið á liðformanninum fór í netið, og so var øðiligur rómur á B36-áskoðarunum.

Stutt eftir hetta gloymdi B36, at tað helst ikki skal gerast frísppark tætt við brotsteigin móti HB. Teir hava nemliga Adrian Justinussen á liðnum, og frísparkskongurin og toppskjúttin í Føroyum høgdi til úr 25 metrum eitt sindur til vinstru. Bólturin fór fúkandi og við knekki upp í longra málhorn, og Rói Mørk Hentze hevði ongan møguleika. Eins og í kvinnufinaluni; eitt framúrskarandi fríspark, og hetta gjørdist eisini næstan avgerðin.

B36 royndi at leggja trýst á, og setti millum annað Róald inn tjúgu minuttir fyri tíð. Odmar og Meinhard E. Olsen komu í góðar støður, men báðir skutu mitt á Teit. HB royndi at taka ferðina úr dystinum, og tað varð nær við at tað eydnaðist at koyra sigurin heim.

Robert Heðin Brockie varð settur á vøllin fimm minuttir fyri tíð, tá Odmar varð tveittur fram í álopið. Men í síni fyrstu støðu tapti verjuleikaran nærdystin við Jógvan Skeel Nolsøe, og so varð Jógvan hálaður niður. Kári metti at talan var um neyðbremsu, og sostatt reytt kort til Robert Heðin 45 sekund eftir at hann varð skiftur inn. 

Í yvirtíðini kom eitt reytt kort afturat, tá stórt rok kom í við síðulinjuna. Benjamin Heinesen fekk eisini beinleiðis kort fyri eina støðu, har bólturin ikki var í spæl. Nú sá út til at verða liðugt, men í seinasta minuttinum í yvirtíðini megnaði B36 at javna. Teir hvítu og svørtu tiltuskaði sær eitt horna í vinstru, alt varð kastað fram, og eftir at HB avvísti í fyrstu atløgu datt bólturin til innskifta Hannes Agnarson. Hann smekkaði til við vinstra beininum úr stuttari fjarstøðu, og so var 2-2 og stór, stór gleði á B36 síðuni.

HB var stutt frá, men nú skuldi oddaliðið í Betri-deildini royna at koppa teimum 9 monnum hjá grannunum. B36 stillaði seg í eina 5-3-0 skipan, og royndi a standa ímóti og parera. Í fyrra hálvleiki av umdystinum rakti Adrian stongina og í 2.hálvleiki hevði Rói eina stórbjargin. Annars hevði HB nakrar aðrar góðar og vandamiklar støður, men B36 arbeiddi sera hart og væl og helt fast í javnleikinum  

Móti enandum av umdysti var aftur rok við HB-bonkin, har leikarar, venjarar, 4.dómari, vaktir og alt varð innblandað. Tað endaði við, at hjálparvenjarin hjá B36 og liðleiðarin hjá HB vórðu burturvístir.

Í brotssparkskappingini skoraði B36 øll brotsspørkini, meðan Rói Mørk Hentze bjargaði frá John Frederiksen. harvið er B36 steypavinnari fyri fyrstu ferð síðani 2006 eftir eitt stórt avrik og eitt fótbóltsskvøld á Tórsvølli.


Finalan um Løgmanssteypið

Leygarkvøldið 25.08.2018 á Tórsvølli

B36 – HB 1-2 (0-0)

0-1 55.min: Tróndur Jensen
1-1 60.min: Odmar Færø
1-2 63.min: Adrian R. Justinussen
2-2 94.min: Hannes Agnarsson


Brotssparkskapping: 

2-3 Lasse Andersen skorar
3-3 Odmar Færø skorar
3-4 Magnus Egilsson skorar
4-4 Alex Mellemgaard
Rói M. Hentze bjargar skotini frá John Frederiksen
5-4 Meinhard E. Olsen skorar
5-5Adrian R. Justinussen skorar
6-5 Erlendur Magnusson skorar
6-6 Dan í Soylu skorar
7-6 Róaldur Jacobsen skorar

Reytt kort: Robert Heðin Brockie( 86.min) og Benjamin Heinesen(90 +)


B36 (4-2-3-1):
 Rói Mørk Hentze - Andrias H. Eriksen(`79 Hannes Agnarsson), Bjarni Petersen(`85 Robert Heðin Brockie), Odmar Færø(L), Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson - Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal D. Pryzbylski(72` Róaldur Jacobsen) - Kaimar Saag

Venjari: Jákup á Borg


HB (4-2-3-1): 
Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen(L), Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Brynjar Hlóðversson(`102 John Frederiksen), Tróndur Jensen - Adrian R. Justinussen, Gretar Gunnarsson, Sìmun Samuelsen(`64 Dan í Soylu)  - Ari Mohr Olsen( `77 Jógvan Skeel Nolsøe)

Venjari: Heimir Guðjónsson

Áskoðaratal: 3221

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder