Tað hevur verið eitt tungt kappingarár á Argjum. Eftir tólv umfør í Betrideildini er AB langt aftast við bert einum stigi.
Tíggju útlendskir spælarar hava verið í hópinum hjá liðnum á tíggjunda plássið. Væntað hevur verið, at nakrar broytingar far fram, í samband við flytingarvindeygað letur upp aftur (15. juni), og nú er í øllum førum greitt, at tveir danir ikki halda fram á Argjum.
Talan er um miðverjan Nicklas Mehl og álopskenda Thomas Junge. Mehl kom til felagið úr Silkeborg á sumri í fjør, men ein skaði gjørdi, at hann ikki kom á vøllin fyri AB fyrrenn í ár. Tað vóru høgar vónir til 20-ára gamli danin, sum var fastur undir liðuni á Ramzi Idrissou fyrstu tíggju umførini, har AB lat 24 mál inn samanlagt. Tá Morten Overgaard tók yvir sum fyribils høvuðsvenjari, setti hann Nicklas Mehl á bonkin, og høgi miðverjin var als ikki við í Klaksvík leygardagin.
Maðurin, sum hevur skorað eitt av trimum málum hjá AB í Betrideildini, er farin av landinum saman við Thomas Junge. Hann kom eisini til Argir síðsta summar. Álopskendi spælarin kom úr Hobro men hevur ongantíð av álvara bitið seg veruliga fastan í byrjanaruppstillingini. Í ár hevur Junge spælt 203 minuttir í Betrideildini, men er ikki skrásettur fyri nakað í ein mánaða. Hann skoraði eitt mál - í fjør - í 18 Betrideildardystum samanlagt.
Tað er heimasíðan bolt.fo, sum í gjár bar tíðindini um, at Thomas Junge og Nicklas Mehl eru farnir av landinum, og at teir ikki spæla aftur við AB.
Sunnudagin hevur AB týdningarmiklan heimadyst móti ÍF.
Tøl: Faroesoccer
Fótbóltur
Tveir ungir danir ikki longur í AB-hópinum
Miðverjin Nicklas Mehl var fastur maður fyrstu 10 umførini, men hann og Thomas Junge eru, sambært bolt.fo, farnir av landinum.
Nicklas Mehl royndi seg sum miðverji hjá AB í samanlagt tólv dystum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-06-07 08:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald