Fótbóltur

13. umfar: Flestu dystirnir verða spældir leygardagin

Landsliðssteðgur er fyri framman, men áðrenn eru fleiri týðandi dystir í Betrideildini á skránni: Fýra leygardagin og ein sunnudagin.

HB og B36 bresta saman í Gundadali leygarkvøldið klokkan 18 (Mynd: Sverri Egholm)

HB og B36 bresta saman í Gundadali leygarkvøldið klokkan 18 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-07 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

13. umfar í Betrideildini hjá monnum fer av bakkastokki longu klokkan 13 leygardagin. Country Festivalurin er í Sørvági, og á sjálvum vøllinum á Dungasandi eru 07 Vestur og Víkingur høvuðssnøvnini.

Um 07 Vestur vinnur, kann tað gerast eitt tætt stríð um 4.plássið, ið helst gevur atgongd til evropeiskan fótbólt næsta ár. Í løtuni er Víkingur fimm stig frammanfyri júst 07 Vestur.

[object Object]

Skráin um vikuskiftið (Skíggjamynd: FSF)

Tríggir aðrir dystir eru ásettir leygardagin. Hetta hongur partvíst saman við, at landliðssteðgur verður.

KÍ er risafavorittur heima móti TB, men hevur havt avbjóðingar av millum øðum EB/Streymi, ÍF og AB við Djúpumýru í ár - alt eitt-málssigrar. 

EB/Streymur og B68 spæla ein lykladyst, í mun til at renna undan niðurflytingarstríðnum. Við sigrinum hjá TB sunnudagin er hetta stríðið harðnað.

Í Gundadali er grannauppgerð, og í mun til stigatalvuni er hetta eitt stríð um at vera fyrsti avbjóðari hjá KÍ. HB er frammanfyri og hevur yvirtakið á B36 í innanhýsis dystum, um hugt verður frá nú av og fýra ár aftur.

Ein dystur er á skránni sunnudagin seinnapartin. AB skal vinna á ÍF fyri at fáa nakað av sambandi til bólkin omanfyri seg. Tað hevur gingið striltið hjá ÍF at fáa stig í ár, men AB hevur bert eitt.

Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 32 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 21 stig (13 dystir)
5. 07 Vestur 16 stig (12 dystir)
6. B68 11 stig (12 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (12 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (12 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder