Fótbóltur

Svenskt stórfelag hevur keypt Berthel

Fyrrverandi HB-venjarin fer ikki niður aftur í næstbestu donsku deildina. IFK Göteborg hevur í dag kunngjørt Jens Berthel Askou sum nýggjan høvuðsvenjara.

Jens Berthel Askou vann greipuna við HB í 2020. Í januar 2021 fór hann til AC Horsens (Mynd: Sverri Egholm)

Jens Berthel Askou vann greipuna við HB í 2020. Í januar 2021 fór hann til AC Horsens (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-07 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2020 kom Jens Berthel Askou til HB og var á sín hátt við til at flyta føroyskan fótbólt, saman við fysiska venjaranum Sebastian Dam og týska hjálparvenjaranum Kevin Schindler. Danski venjarin hevði ein kontantan stíl, og HB vann greipuna fyri fyrstu ferð í 16 ár.

Ein mánað eftir steypafinaluna var greitt, at Berthel ikki fór at halda fram í HB. AC Horsens vildi hava fatur á honum, og har hevur nú 40-ára gamli venjarin verið síðani.

Horsens, við Halli Hanssyni í hópinum, lá til niðurflyting, tá Jens Berthel Askou tók við í 2021, og liðið flutti eisini niður. Berthel fekk tók tó jútska felagið upp í Superliguni aftur. Byrjanin upp á kappingarárið var eisini góð, men so líðandi er Horsens fánað, og javnleikur á seinasta degi móti Lyngby var ikki nóg mikið til at bjarga lívinum.

Les eisini: Lyngby bjargaði sær lívinum

Úrslitini seinastu tíðini hava tó ikki hildið øðrum feløgum frá at hyggja nærri eftir danska venjaranum, og fyrrapartin kunngjørdi IFK Göteborg, at Jens Berthel Askou skiftir til Svøríkis. Partarnir hava gjørt ein sáttmála, ið er galdandi í trý og eitt hálvt ár, og  svenska stórfelagið keypir Berthel leysan frá AC Horsens.

IFK Göteborg hevur vunnið svenska meistaraheiti 18 ferðir - seinast í 2007 - og bert Malmö FF hevur vunnið fleiri ferðir. Felagið úr næststørsta svenska býnum hevur evunnið steypakappingina átta ferðir - seinast í 2020 - og stóð seg ógvuliga væl í evropeiskum kappingum í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum. IFK Göteborg vann UEFA Cup tvær ferðir, og kom fleiri ferðir langt í Champions League/Europa Cup fyri meistaralið.

Í løtuni stendur tó einki til hjá stolta felagnum. IFK Göteborg hevur bert 7 stig fyri ellivu dystir og liggur í botnstríðnum - nummar 14 av 16 liðum. Venjarin hevur fingið sekkin, og nú skal Jens Berthel Askou royna at stýra skútuni rætta vegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder