Fótbóltssamband Føroya ásetti í gjár tað longsta leikbannið í Betrideildini síðani 2019. Talan er um eitt seks-daga leikbann, ið B68-spælarin Boubacar Dabo hevur fingið - hetta fyri hendingina í dystinum móti HB sunnudagin, tá senegalesarin varð vístur av vølli fyri at hava sligið Viljorm Davidsen á upptøkunum
Tað var heimasíðan bolt.fo, ið bar tíðindini fyrst.
Um hugt verður eftir brotinum, ið Telvarpið hevur lagt út, so sæst hendingin týðiliga, og fjórði dómarin og annar hjálpardómarin vóru í heilt góðari støðu at síggja slagið. Tað var eisini eftir ráðføring við Heina Ziskason Viðoy og Andrew Christansen, at Eiler Rasmussen strikaði gula kortið og gav reytt í staðin.
Á upptøkunum sæst at Dabo tekur um hálsin á Viljormi við einum armi, eftir at hann hevur spælt bóltin víðari, og slær hann í andlitið við hinari hondini. Tað hevði ikki verið nøkur týðilig beinleiðis ertan áðrenn.
Øll hendingin sæst á tv.fo undir "B68 - HB 0-2" Tíðarfestingin er 0.53-2.15
Um hugt verður eftir reglugerðini hjá FSF, so kemur hetta undir punkt fimm í "Vegleiðing um leikbann" Tað stendur, at hetta "verður givið fyri serliga grov brot móti leikara, dómara ella øðrum". Hetta slagið av brotið verður revsað við leikbannið á 4-6 dystir.
Fyri fýra árum síðani fekk Deni Pavlovic hjá KÍ eisini seks dystir leikbann fyri at skalla TB-spælara sum hevnisøka. Tað hjá Dabo er galdandi til fyrst í august.
Tá talan er um slík lang leikbann er møguleiki at kæra til Aganevndina. Sum skilst er møguleiki at B68 fer at gera hetta fyri at fáa leikbannið niðursett.
Bolt.fo hevur gjørt upp, hvørjar dystir Boubacar Dabo fer at missa. Talan er um fleiri umráðandi dystir hjá B68:
10.06: EB/Streymur-B68
25.06: B68-KÍ
28.06: EB/Streymur-B68 (Fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið)
01.07: TB-B68
27.07: AB-B68
05.08: B68-ÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald