Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett liðið, sum skal byrja fyrsta dystin hjá U21-landsliðnum í hesari undankappingini.
Kelda: uefa.com
Í mun til grafikkin omanfyri verður Aron Jarnskor Ellingsgaard meira álopskendur miðvallari enn áleypari - talan verður um 4-2-3-1 - og Olaf og Áki býta helst um vongpláss.
Heini Fossdalsá Sørensen, ið seinastu árini hevur spælt við FC Midtjylland, er ikki til reiðar at byrja inn. Hann er darvaður av lítlum vøddaskaða. Fýra spælarar í byrjanaruppstillingini spæla annars uttanfyri landoddarnar til dagliga.
Føroyar (4-2-3-1): Ari í Haraldsstovu Petersen (07 Vestur) - Signar á Brúnni (Víkingur), Børge Petersen (KÍ), Elias Rusborg (Hvidovre IF, DK), Martin Agnarsson (Viborg FF) - Gullbrandur Øregaard (Sandnes Ulf, NOR), Noah Mneney (NOR) - Áki Samuelsen (HB), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Víkingur), Olaf Bárðarson (Víkingur) - Jørgen Nielsen (B68)
Bonkur: Jóannes Davidsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Mikkjal Hellisá, Áki Johannnesen, Poul Kallsberg, Heini Fossdalsá Sørensen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner
Seks av spælarunum eru í elsta U21-árganginum (føddur í 2003) Fýra av spælarunum spæla við ella hava eina fortíð í Víkingi.
Fyrsta bríksl í góðveðrinum við Djúpumýru verður klokkan 18. Dysturin kann síggjast í Televarpinum, og beinleiðis frásøgn er á FM1. Á forsíðuni hjá Portalurin ber til at fylgja gongdini beinleiðis.
Fótbóltur
Hesir ellivu byrja fyri Føroyar í Klaksvík
Noah Mneney er liðskipari hjá U21-landsliðnum í fyrsta undankappingardystinum, sum byrjar klokkan 18.
Noah Mneney var eisini umráðandi spælari í síðstu undankapping, og Bryne-miðvallarin - við fortíð í Víkingi - byrjar á føroyska miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-06-16 17:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald