Annað

Rebekka Fuglø danmarksmeistari á 1500 metrum

Rebekka setti føroyskt met á teininum.

Skíggjamynd frá 3-2

Skíggjamynd frá 3-2

2018-08-28 10:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rebekka Fuglø, sum umboðar Treysti í Klaksvík, gjørdist leygardagin danmarksmeistari í 1500 metrar renning á stevnu í Odense.

Rebekka rann fyri Vejle, sum hon umboðar, tá hon rennur í Danmark, og Rebekka gjørdi púra bart, tá áleið 250 metrar vóru eftir at renna. Tá setti hon ferðina upp og rann frá hinum kvinnunum, sum royndu at hanga í.

Tá Rebekka kom á mál var hon danmarksmeistari við tíðini 4:29.62. Hetta er næstan eitt sekund skjótari enn føroyska metið, sum hon sjálv átti, veit Kringvarpið at siga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder