Undanumfarið í Champions League er avgreitt í Íslandi hesa vikuna, og Breiðablik gagnnýtti heimavallarfyrimunin til fulnar. Fyrst hølvaðu íslendsku meistararnir Tre Penne úr San Marino av - har Klæmint Andrasson Olsen skoraði eitt av teimum sjey málunum - og í gjárkvøldið vann heimaliðið aftur stórt.
Les eisini: Klæmint skoraði í Champions League-stórsigri
Hesa ferð gekk tað útyvir meistararnir úr Montenegro. Budcnost Podgoricia, ið tapti samanlagt 6-0 fyri HB í 2021, tapti nú 5-0. Í hálvleikinum var støðan 4-0.
Klæmint Andrasson Olsen byrjaði inni móti Tre Penne. Í gjárkvøldið byrjaði rituvíkingurin á bonkinum. Hann kom á vøllin í 74. minutti - hetta var beint eftir, at Breiðablik hevði økt til 5-0.
Við sigrunum er greitt, at Breiðablik skal spæla í Írlandi 11. juli. Heimadysturin móti Shamrock Rovers verður 18. ella 19. juli.
Um bæði Breiðablik og KÍ tapa í fyrsta umfari í Champions League, sum er sannlíkt, so skulu Klæmint Andrasson Olsen og liðfelagirnir ein túr til Klaksvíkar at spæla í 2. umfari í Conference League. Um man fer úr Champions League so tíðliga, so fær man ein nýggjan møguleika.
Les eisini: Áhugaverdir møguleikar í 2.umfari í Conference League
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald