Oyggjaleikir 2023

Mistu ov nógvar bóltar í pressaðum støðum

Føroyar taptu ein javnan og spennandi kurvabóltsdyst móti Isle of Wight.

(Mynd: Ingi Samuelssen)

(Mynd: Ingi Samuelssen)

2023-07-09 20:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað vóru nakrir sera vónbrotnir føroyskir kurvabóltsleikarar, sum í kvøld máttu ásanna, at teir ikki høvdu neyðugu royndirnar til at vinna á Isle of Wight.

Føroyingarnir spældu upp til mótstøðuliðið, sum í avgerandi løtunum vóru meira effektivir.

- Hetta er ein ótrúliga týdningarmikil dystur fyri okkum, segði formaðurin í Kurvabóltssambandinum, John Norðbúð Thomsen undan dystinum.

- Hetta er liðið, sum vit taptu við teimum móti fyri fýra árum síðani í Gibraltar. Hetta var í dystinum um at gerast nummar 9 av 11 luttakandi londum. Tað tapið hevur nívt okkum síðani, og vónandi kunnu vit vinna í kvøld, segði John Norðbúð Thomsen undan dystinum.

Men so gjørdist ikki. Dysturin bylgjaði eitt sindur aftur og fram. Eftir fyrsta fjórðing var støðan 18-15 til hinar. Í øðrum fjórðingar øðtu IOW-búgvarnir enn meira, og støðan var 42-32 tá farið varð til hálvleiks.

Eftir støðgin kom Føroyar væl fyri seg aftur. Spældu seg beinanvegin upp á 42-42, men so støðgaði spælið aftur. Okkara menn raktu illa kurvina, serliga í langskotunum. Móti endanum av triðja fjórðingi fór at rigga aftur, og teir spældu seg upp á 50-50, men megnaðu ikki at koma framum, og Isle of Wight var á odda 53-51 tá triðji fjórðingur varð blástur av.

Í støðginum avtalaðu føroyingar at møða mótstøðuliðið, ið tyktist meira møddir enn okkara menn. Men so var ikki.

Isle of Wight vóru meira royndir, og dugdu nógv betri at gagnnýta veikleikarnar hjá mótstøðuliðinum. Eisini at trýsta føroyingar, so teir mistu bóltin ella kiksaðu síni skot.

Isle of Wight var á odda alla tíðina, Føroyar komu í besta føri upp á -4, men dysturin endaði 74-63 til hinar.

Føroyar spæla móti Inys Mon í morgin kl. 14 og hósdagin kl. 14 móti Saaremaa. Fyrr í dag vann Saaremaa 68-40 á Inys Mon.

Myndir frá dystinum koma seinni

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder