Fótbóltur

Breiðablik skal í Parkina

Íslendsku meistararnir vunnu aftur á írsku meistarunum í gjárkvøldið. Klæmint Olsen og liðfelagirnir skulu royna seg móti FCK í 2. umfari í Champions League.

Klæmint Andrasson Olsen kom inn móti endanum í gjárkvøldið, tá Breiðablik spældi seg víðari. Áleyparin skoraði, seinast hann spældi í danska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen kom inn móti endanum í gjárkvøldið, tá Breiðablik spældi seg víðari. Áleyparin skoraði, seinast hann spældi í danska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-19 10:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klæmint Andrasson Olsen royndi einaferð at koma víðari í Evropa sum NSÍ-leikari - í 2020. Um rituvíkingurin nakrantíð fer at uppliva tað aftur er ivasamt, men føroyski landsliðsáleyparin hevur nú roynt at komið víðari tvær ferðir í Champions League við Breiðablik. Fyrru ferð í undanumfarinum, har íslendsku meistararnir vunnu bólkin við stórsigrum á Buducnost og Tre Fiori, og síðani heldur óvæntað í 1. umfari móti Shamrock Rovers. 

Breiðablik vann fyrra dystin í Írlandi. Tá spældi Klæmint Andrasson Olsen allar 90 minuttirnar. Í gjár kom rituvíkingurin á vøllin í 89. minutti. Tá var alt avgjørt. Breiðablik legði seg á odda eftir eitt korter, og í 58. minutti bleiv tað 3-0 samanlagt. 

Útiliðið minkaði um munin við brotssparki í 65. minutti, men Breiðablik vann uppiborið og skal spæla móti danska stórfelagnum FCK í 2. umfari. Fyrri dysturin verður spældur í Reykjavík týskvøldið og seinni dysturin í Keypmannahavn mikudagin 2. august.

Harvið skal 33-ára Klæmint Olsen í Parkina at spæla aftur og ikki til Klaksvíkar ella Budapest. Sum tapari av dystinum skal Shamrock Rovers spæla móti liðnum, sum tapir í Ungarn seinni í 2. umfari í Conference League.

Hini bæði føroyingafeløgini í bestu íslendsku deildini spæla í Conference League. Gunnar Vatnhamar og Víkingur taptu 2-0 í Riga í síðstu viku og skulu royna at venda tí í Reykjavík hósdagin. Pætur Petersen og KA vunnu 2-0 á Connah's Quay á heimavølli í síðstu viku - nú er liðið av Akureyri í Wales og fyrireikar seg uppá at gera arbeiði liðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder