Fótbóltur

- Helst tað størsta eg havi upplivað sum fótbóltsspælari

Tvímálsskjúttin setur úr Budapest orð á ótrúliga sigurin hjá KÍ í nógva hitanum, har Árni Frederiksberg og hinir vórðu heiðraðir.

- Teir hava seks skot á okkara mál í 180 minuttir, og tað haldi eg næstan er tað flottasta við hesum, og so gagnnýta vit fleiri støður væl

- Teir hava seks skot á okkara mál í 180 minuttir, og tað haldi eg næstan er tað flottasta við hesum, og so gagnnýta vit fleiri støður væl

2023-07-19 22:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í mun til at samlaða avrikið var so gott, og at man slær eitt eitt sovorit lið út á hendan hátt og í slíkum umstøðum, so má hetta tað størsta, sum eg havi upplivað sum fótbóltsspælari. Tað er sindur ringt at fata beint nú, hvat man hevur gjørt.

Soleiðis sigur ein errin Árni Frederiksberg úr Budapest, tá Portalurin fær fatur á honum í kvøld. 31-ára gamli vongurin hevur roynt eitt sindur av hvørjum í fótbólti, og hann er týðiliga errin og fegin.

Tað hevur Árni eisini alla orsøk til at vera. Hann og liðfelagarnir njóta nú løtuna í ungarska høvuðsstaðnum, har teir fyrr í kvøld flongdu Ferencvárosi. Størsta felagið í landinum varð varpað út av Champions League, tí føroyameistararnir vunnu heili 3-0.

Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Sjálvt um talan var um eitt ógvuliga sterkt liðavrik, so var tað Árni Frederiksberg, sum um nakar var avgerandi maðurin. Nummar sjey hjá KÍ skoraði til 1-0 við tryggum brotssparki, økti til 2-0 tá hann var til reiðar í málteignum og legði upp til 3-0 málið hjá Luc Kassi við góðari langari sending í dýpdina. Árni setur soleiðis orð á, hvat eydnast í fyrra hálvleiki.

- Vit vita, at tann defensivi parturin er lykilin í slíkum dystum, og vit vistu at teir fyrstu tjúgu minuttirnar vóru ógvuliga umráðandi. Tað at vit so fáa eitt mál so tíðliga, ger alt lættari. Tað er ein innkastsstøða, ið vit hava vant, sum leiðir til brotssparki. Vit gagnnýta tí støðuna, og tvær aðrar vit fáa, og so blívur tað bara stuttligari. Allir spæla eisini bara væl, staðfestir royndi maðurin.

[object Object]Tvímálskjúttin stórrósar liðfeløgunum og avrikinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var ein stuttlig men eisini heit uppliving hjá Árna og liðfeløgunum í umleið 30 hitastigunum – serliga í fyrra hálvleiki.

- Tá vit koma inn í skiftingarrúmið snýr tað seg fyrst um at fáa ís á nakkan, vátt handklæði á pannuna og líka køla niður. Tað var sum í einum potti fyri steðgin - vemmiliga heitt og nakað sum eg ikki heilt havi upplivað annars. Annars snúði tað seg um at líka tosa um nakrar smálutir og hugsavna okkum um uppgávuna til annan hálvleik.

Les meira um dystin her: KÍ feldi Ferncvárosi í framúr dysti

Árni Frederiksberg spældi teir fyrstu tíggju minuttirnar í seinna hálvleiki – lørini vóru ov spent. Síðani kom Mads Boe Mikkelsen inn á høgra vong fyri hann, og tvífaldi málskjúttin kundi fylgja við frá bonkinum, meðan liðfelagirnir stríddust væl víðari.

- Vit hava fult tamarhald á. Teir hava so at siga ikki at nakran ordiligan málmøguleika. Tað eru nakrar støður í sambandi við hornasprk, ið næstan gerast vandamiklar, og so langskot sum vit hava tað fínt við. Haldi, at teir hava seks skot á okkara mál í 180 minuttir, og tað haldi eg næstan, er tað flottasta við hesum. Serliga tá man hugsar um, hvat hetta er fyri eitt mótstøðulið.

Ferencváros hevur verið í evropeiskum bólkaspælum – Europa League og Champions League – seinastu árini, og mongu áskoðarar teirr vóru als ikki nøgdir. Hetta gjørdist ein heilt serlig uppliving fyri Árna og hinar hjá KÍ, sum hava verið heiðraðir í Budapest í kvøld. Venjarin hjá Ferencváros hevur fingið sekkin, og frá í morgin kunnu teir í KÍ-leguni hyggja uppá næstu uppgávuna.

- Móti endanum byrjaðu allir áskoðararnir at jubla fyri hvørja avlevering, vit høvdu. Síðani buh'aðu tey, tá Ferencváros hevði bóltin, og soleiðis var eisini, tá teirra spælarar fóru av vøllinum. Hinvegin verða vit heiðraðir og taka ein heiðursrundu, og nú vit hava líka gingið úti, hava fleiri heilsað uppá. Tað tykist heilt løgið men er eisini stuttligt. Vit njóta hetta líka nú – tað er umráðandi. Síðani byrja vit at hyggja uppá Häcken. Eg veit, at teir eru svenskir meistarar, annars kenni eg lítið til teir.

KÍ og BK Häcken spæla við Djúpumýrar mikukvøldið 26. juni. Ferencvárosi skal nú spæla í Conference League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder