Fótbóltur

Upptakt: Fyrsta royndin í Nations League er endiliga her

Tað er við Føroyar í favorittleiklutinum, at liðini trína inn á Tórsvøll í kvøld.

Gott lag til seinastu venjingina á Tórsvølli í gjár, og optimisman er eisini høg umkring føroyska landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Gott lag til seinastu venjingina á Tórsvølli í gjár, og optimisman er eisini høg umkring føroyska landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-07 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru 21 ár siðani, at vit seinast hittu Malta í einum týðandi dysti. Í 1997 gjørdist tað 2 x 2-1 til Føroyar, og sum føroyskur fótbóltur hevur ment seg, kann tað aftur hesaferð væntast, at tað koppar til føroyingar.

Seinastu undankapping settu føroyingar met í stigum(níggju stig), meðan maltesar høvdu tað trupult, og fingu bert tað eina stigið. Føroyar(nr.90) eru 94 pláss frammanfyri Malta(nr.184) á styrkislistanum hjá FIFA. Føroyksa liðið hevur fleiri profilar 100 % til reiðar aftur, og nógvir av leikarunum gera av álvara um seg uttanlands; millum annað Jóan Símun Edmundsson. Í summar var KÍ omaná móti Birkirkara av Malta í Europa League. Føroyar spæla í kvøld frammanfyri einum fullum Tórsvølli við Skansanum á odda. 

Nógv ting spæla inn, ið gera at føroyingar verða útnevndir favorittar í kvøld; m.a. hesi viðurskiftini ið verða nevnd omanfyri. Oddsini uppá Føroyar liggja millum 1,70 og 1,80 hjá stóru veddingarfyritøkunum, meðan sigur til Malta gevur pengarnar 5 ferðir ella meira aftur.

Men í føroyska hópinum eru beinini plantaði fast til jørðina. Leikarar og venjarar ásanna, at møguleikin er góður, at teir avgjørt fara eftir øllum trimum stigunum og gera eina roynd at koma víðar, men at eyðmjýkni og hart arbeiði skal verða til staðar. Hetta var miðvallarin Hallur Hansson m.a. inni á í samrøðuni, ið hann hevði við okkum í gjár.

Les meira: Hallur Hansson: Vit vilja og skulu vinna á heimavølli

Heini Vatnsdal er farin úr føroyska hópinum. Hann er farin til Danmarkar, tí hann skal gerast pápi fyri fyrstu ferð. Eingin er komin inn í hópin fyri hann, skrivar in.fo. Heimasíðan hevur eisini fingið váttað frá Lars Olsen, at Gunnar Vatnhamar úr Víkingi byrjar á høgra bakki. 

Hjá Malta eru ikki nógv kend nøvn, men har eru m.a. leikarar, ið vóru við Birkirkara í Føroyum í summar. Harav 37-ára gamli áleyparin Micheal Mifsud, ið hevur skorað 40 landsliðsmál fyri Malta. Hann skoraði seinast Føroyar og Malta leiktu; hetta var í venjingardysti á Malta í 2013, har Malta vann 3-2. Mifsud skoraði eisini seinast Malta var í Føroyum. Tað var í venjingardysti í 2004, tá Føroyar vann 3-2.

Les eisini: Føroyar takið á Malta søguliga

Tað er lagt upp til spennandi dyst á Tórsvølli í kvøld, nú føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir týðandi dyst aftur fyri fyrstu ferð í ellivu mánaðir. Nations League-ferðin hjá Føroyum byrjar nú, og vónandi verður tað ein ævintýr.

Portalurin verður á staðnum; myndir, dystarfrásøgn, samrøður og annað tilfar frá dystinum verður at síggja á síðuni í kvøld.

Koyr á Føroyar!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder